Námsvísindadeildin umboðað í UArctic netverki
Hósdagin 21. november fer Kalpana Vijayavarathan frá Námsvísidadeildini at luttaka á einum pallborðsfundi í samband við ráðstevnuna FERA (Finnish Educational Research Association), sum verður í Joensuu í Finnlandi í døgunum frá 21.-22. november.
Pallborðsfundurin hevur yvirskriftina“Do you speak my language?”.
Kjakið fer m.a. at snúgva seg um nútíðar avbjóðingar viðvíkjandi javnbjóðis rættindum og møguleikum hjá næmingum við øðrum málsligum- og mentanarligum uppruna í Arktis. Dentur verður í hesum sambandi lagdur á týdningin av í størri mun at viðurkenna og vera tilvitaður um minnilutar og um ymiskleikan hjá næmingum.
Námsvísindadeildin er umboðað í netverkinum “UArctic Thematic Network on Teacher Education for Social Justice and Diversity”, sum hevur til endamáls at virka fyri sosialum rættvísi og javnbjóðis møguleikum innan læraraútbúgvingar í arktiska økinum.
Tey stuttskygdu málini hjá netverkinum eru at granska í viðkomandi evnum, at styrkja um millumlandasamskifti og -samstarv, og at seta í verk skiftisavtalur millum undirvísarar og lesandi. Langtíðarætlanin er at skapa ein virtuellan tilfeingis- og granskingardepil innan læraraútbúgvingar. Umframt at vera umboðað í ráðstevnum, arbeiðir netverkið í løtuni við eini bókaútgávu við vísindaligum greinum.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...