Námsvísindadeildin við í granskingarverkætlan
Granskingarráðið hevur játtað at stuðla NIRI-granskingarverkætlanina (Námsfrøðiligar Inkluderandi Ráðgevandi samtalur’s Impact).
Verkætlanin hevur til endamáls at kanna úrtøkuna av ráðgevingarsamrøðum við námsfrøðingar í dagstovnum viðv. børnum, sum hava serligan tørv.
Slíkar ráðgevandi samrøður eru settar í gongd á pedagogiska økinum síðstu ára-tíggini og eru enn ikki granskaðar fult út í altjóða høpi. Hesar ráðgevandi samrøður fylgja einum hugsanarhátti, har dentur er lagdur á at geva hjálp so skjótt sum gjørligt, og at børn við trupulleikum skulu ikki útihýsast frá vanligum dagstovnum.
Í NIRI verður granskað í hvørji viðurskifti fremja góða úrtøku, og hvørji viðurskifti forða góða úrtøku av slíkum ráðgevingarsamrøðum. Sostatt eru høvuðsevnini í granskingarverkætlanini ráðgeving og inklusión.
Verkætlanin verður umsitin av Institut for Psykologi og Uddannelsesforskning á Roskilde Universitet í samstarvi við Námsvísindadeildina á Fróðskaparsetur Føroya og Barna- og Ungdómsdeildina hja Tórshavnar kommunu. Jóhannes Miðskarð, PhD, er verkætlanarleiðari, og Katrin av Kák, sálarfrøðingur og námslektari á námsvísindadeildini luttekur sum ráðgevi.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...