Námsvísindaligi granskingardagurin skal haldast hvørt ár
Tá Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya herfyri skipaði fyri ráðstevnuni, “Námsvísindaligur granskingardagur 2023”, kom fram, at tørvurin á meira gransking er stórur, og at allir partar eru sinnaðir til meira samstarv um júst tað
Ein heilur dagur var settur av til ráðstevnuna, sum hevði til endamáls at varpa ljós á týdningin av námsvísindaligari gransking í Føroyum, hvussu granskingin skal mennast, og hvørjar framtíðar visiónir eru á økinum.
Til granskingardagin vóru sjey framløgur frá granskarum á Námsvísindadeildini.
Framløgurnar vóru hesar:
- Skiftið hjá barninum frá dagstovni í skúla og frítíðarskúla - Sonja Olsen, námslektari.
- Ráðandi miðlasamskiftið um dagstovnar, og hvussu tað ávirkar
námsfrøðingalesandi - Annika Antoniussen, námslektari og útbúgvingarleiðari, og Sigrid Vesturgarð, námslektari. - Teldur til øll - hvat hendir? - Ingi Heinesen Højsted, adjunktur og granskingarleiðari.
- Hugtakið “tað føroyska” í tónleikaundirvísingini" - Knút Háberg Eysturstein, ph.d.-lesandi.
- Hví ein inkluderandi skúla? - Frida Poulsen, ph.d.-lesandi.
- Undirvísingarligar og tøkniligar avbjóðingar við fjarundirvísing - Erla Olsen, dekanur og lektari.
- Hvat vita vit um tey, ið velja at lesa til lærara í Føroyum? - Hans Harryson, námslektari og útbúgvingarleiðari.
Umframt sjálvar framløgurnar av hesum granskingarverkætlaninum, var pallborðskjak á skránni við viðkomandi áhuga- og samstarvspørtum, ið á ymsan hátt varða av økinum politiskt og fakfelagsliga, og tá tað ræður um miðling og menning av frálærutilfari.
Við pallborðið sótu: Erla Olsen, dekanur á Námsvísindadeildini, Høgni Warberg, fulltrúi í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, Eyðun Gaard, stjóri á Námi, Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag og Tórhallur við Gil, næstformaður í Føroya Lærarafelag.
Brynhild Thomsen, miðla- og samskiftisfólk á Setrinum, var orðstýrari til tiltakið og setti eisini sjálv spurningar til fólkini við pallborðið, sum viðgjørdu evnið “Visjónir fyri námsfrøðiliga gransking”.
Millum annað bleiv spurt, hvørji granskingarevni pallborðsluttakararnir mettu verða átrokandi, sæð úr teirra sjónarhorni.
Millum svarini vóru m.a.: Flokslæraraleikluturin (Lærarafelagið), Skúlaaftran (Nám), Føroyskt- og støddfrøðiundirvísing (Námsvísindadeildin), Tøkni – møguleikar (og vansar) (BÚMR), Forskúlar – er tað gott ella ei (Pedagogfelagið).
Allir pallborðsluttakarar vístu á, at námsvísindalig gransking er sera týdningarmikil, og at tað er ynskiligt, at vit fáa meiri innlit í føroysk viðurskifti á námsvísindaliga økinum.
Ingi Højsted, sum er granskingarleiðari á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, sigur, at ætlanin er, at Námsvísindaligi granskingardagurin framyvir skal vera eitt árligt og afturvendandi tiltak, sum Námsvísindadeildin fer at skipa fyri.
Fróðskaparsetur Føroya takkar øllum, sum tóku lut á granskingardegnum, fyri íkast og áhuga.
Pallborðskjak um námsvísindaliga gransking
Brynhild Thomsen var orðstýrari til ráðstevnuna
Sonja Olsen, námslektrari, helt framløgu um Skiftið hjá barninum frá dagstovni í skúla og frítíðarskúla
Annika Antoniussen, námslektari og útbúgvingarleiðari, og Sigrid Vesturgarð, námslektari, hildu framløgu um Ráðandi miðlasamskiftið um dagstovnar, og hvussu tað ávirkar
námsfrøðingalesandi
Ingi Heinesen Højsted, adjunktur og granskingarleiðari, helt framløgu um Teldur til øll - hvat hendir?
Knút Háberg Eysturstein, ph.d.-lesand, helt framløgu um Hugtakið “tað føroyska” í tónleikaundirvísingini"
Frida Poulsen, ph.d.-lesandi, helt framløguna Hví ein inkluderandi skúli?
Erla Olsen, dekanur og lektari, helt framløgu um Undirvísingarligar og tøkniligar avbjóðingar við fjarundirvísing
Hans Harryson, námslektari og útbúgvingarleiðari, helt framløgu um Hvat vita vit um tey, ið velja at lesa til lærara í Føroyum?
Ætlanin er at gera námsvísindaliga granskingardagin til eitt afturvendandi tiltak
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...