Napoleonskríggini og Friðurin í Kiel í 1814
Hans Andrias Sølvará hevur skrivað grein um Friðin í Kiel í 1814 í Fróðskaparritum 64. Ritið kemur út í pappírsútgávu í næstum, men fleiri av greinunum eru longu tøkar á heimasíðuni hjá Fróðskaparritum.
Í 1814 komu Føroyar, sum høvdu verið norskar oyggjar, endaliga undir danskt vald. Tað hevur verið ført fram, at úrslitið av friðarsamráðingunum í Kiel kundi verið eitt heilt annað. Føroyar kundu verið komnar undir svensku krúnuna ella undir bretsku krúnuna. Tað er ein søgulig sannroynd, at svenski uttanríkisráðharrin vísti áhuga fyri norðuratlantisku oyggjunum í 1814. Tað er eisini ein sannroynd, at kendir bretar bæði fyri og undir Napoleonskríggjunum royndu at sannføra bretsku stjórnina um at hertaka tær norðuratlantisku oyggjarnar. Tá Danmark í 1807 gjørdust sameint við Frakland hertóku bretar donsku hjálondini í Vesturindia og India umframt Helgoland og Anholt, og søgufrøðingar hava ført fram, at bretar eisini høvdu ítøkiligar ætlanir um at hertaka tær norðuratlantisku oyggjarnar.
Ein áhugaverdur spurningur er, hvussu ítøkiligar hesar svensku og bretsku ætlanirnar um at hertaka tær norðuratlantisku oyggjarnar vóru, og hvørjar politiskar og mentanarligar avleiðingar ein hertøka í so fall kundi havt fingið fyri tey trý í dag sjálvstøðugu ella sjálvstýrandi norrønu oyggjasamfeløgini.
Hesir spurningar verða viðgjørdir í nýggju greinini hjá Hans Andrias Sølvará í Fróðskaparritum 64.
Greinin kann lesast her
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...