Coalitions in the Climate Change Negotiations (2).png
Brynhild Thomsen
04.12.2020
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Neyðug og týdningarmikil útgáva

Lau Øfjord Blaxekjær, adjungeraður námslektari á Søgu- og samfelagsdeildini á Setrinum, fekk eitt hugskot, sum nú er vorðið veruleiki: Ein bók til vísindafólk, lesandi, diplomatar og journalistar, sum vilja skilja samgongurnar í tingunum um veðurlagsbroytingarnar

- Eg fekk hugskotið til bókina og havi eisini skrivað fleiri kapitlar í henni.

Lau Øfjord Blaxekjær dylir ikki fyri, at tað hevur verið eitt stórt og týðandi stig at fáa bókina, "Coalitions in the Climate Change Negotiations", út.

- Hendan bókin er tann fyrsta av sínum slagi, sum greinar og samanber tær mongu samgongurnar, sum eru, tá tingast verður um veðurlagsbroytingar, sigur hann.

Enska orðið "coalitions" verður brúkt í bókini, sum vit kanska kunnu kalla samgongur. Samgongur av politiskum bólkum úr londum við somu hugsanum, og sum arbeiða saman.

- Hesar eindirnar eru berandi í fleirtjóðað tingingum sum teimum, ið eru í UNFCCC (United Nations Framework Convention on Climate Change). Kortini eru hesar samgongurnar, teirra menning og virki, í stóran mun ósjónligar í granskingini av veðurlangstingingunum. Og tað er hetta, sum bókin roynir at bøta, sigur Lau Øfjord Blaxekjær.

Hugskotið um hesa útgávuna birtist, eftir at ritstjórarnir hildu eina ráðstevnu í Utrecht í 2018 við heitinum "Coalitions, cooperation and conflict in the climate change negotiations". Lau Øfjord Blaxekjær skeyt upp, at framløgurnar áttu av verið ritstjórnaðar og givnar út sum bók.

Umframt at vera ein av ritstjórunum, hevur Blaxekjær eisini verið við til at skriva inngangin og tveir kapitlar, umframt at hann eigur tað eina kapitlið einsamallur.

Bókin hevur fingið rættiliga góð ummæli, sum sæst niðanfyri.

Lesið meira her.