Neyðugt at hyggja longur fram í búskaparpolitikkinum
Seinasta hálva árið er vøkstur at síggja í fleiri pørtum av búskapinum. Samstundis sæst ein vaksandi tørvur at hyggja longur fram í búskaparpolitikkinum.
Seinasta fólkatalsframskrivingin hjá Hagstovuni bendir á stórar broytingar í fólkasamansetingini og støddini av arbeiðsfjøldini. Slíkar broytingar fara at seta stórar avbjóðingar til fíggjarstýringina hjá tí almenna. Eisini í fiskivinnupolitikkinum er neyðugt at hyggja longri fram fyri at fáa hægst møguligu tilfeingisrentu í fiskivinnuni.
Búskaparráðið hevur saman við Hagstovuni mett um BTÚ-vøksturin í leypandi prísum í ár og
komandi ár. Vøksturin í 2014 og 2015 í leypandi prísum er mettur til ávikavist 4,6% og 4,3%.
Búskaparráðið leggur í hesi frágreiðing dent á:
- Broytingar í samansetingini av føroysku útflutningsvinnuni
- Demografiskar broytingar og búskaparpolitiskar avleiðingar í longdini
- Fiskivinnunýskipan og at fáa størst møguligu tilfeingisrentu í fiskivinnuni
Undanfarin ár eru hendar stórar broytingar í føroysku útflutningsvinnuni. Nú er útflutningur okkara eyðkendur av trimum umleið eins stórum vinnugeirum: alivinnu, uppisjóvarvinnu og veiðu av botnfiski og øðrum fiskasløgum. Grundarlagið undir framvøkstrinum av uppisjóvarvinnuni og alivinnuni er atgongd til størri nøgdir og ávikavist príshækkingar. Hinvegin er gongdin innan botnfiska og aðra veiðu merkt av lækkandi landingar- og útflutningsvirði, og minkandi nøgdum og prísum. Samlaða løntakaratalið innan allar hesar tríggjar vinnugeirarnar tilsamans er samstundis minkað støðugt og nógv seinastu árini. Løntakarartalið innan botnfiskaveiðu og tilknýttari flakavinnu er minkað so mikið nógv, at vøksturin í løntakaratalinum innan alivinnu og uppisjóvarvinnu við tilhoyrandi virkjum verri enn so hevur kunnað vigað upp ímóti.
Samstundis sum mynstrið í fiskavøruútflutninginum er nógv broytt seinastu árini, eru hendar stórar broytingar í okkara útflutningsmarknaðum. Parturin av útflutninginum til ES-marknaðin er minkaður, meðan aðrir marknaðir eru vaksnir í staðin, herundir Kina, Russland, USA og Nigeria.
Stórar demografiskar broytingar fara at gera seg galdandi í komandi árum, og hesar fara at gera tað tyngri og tyngri hjá tí almenna at minka um roknskaparhallið. Broytingarnar fara at henda líðandi, og tær fara at hava líðandi, men stórar fíggjarligar avleiðingar. Í fíggjar- og búskaparpolitikkinum verður tískil neyðugt at taka størri atlit til gongdina í longdini, og ikki bara atlit til gongdina 1-3 ár fram í tíðina.
Í einum uppriti um búskaparrentu og tilfeingisrentu eru útrokningar gjørdar um stødd og gongd í tilfeingisrentuni í føroysku fiskivinnuni innan ymiskar veiðubólkar. Úrslitið av hesum útrokningum benda á at roknaða tilfeingisrentan er ov lág og at ein fiskivinnunýskipan tí er neyðug. Í einari slíkari nýskipan er neyðugt at hyggja longri fram í tíðina enn higartil. Støðutakan til handfaringina av tilfeingisrentuni er nú neyðug. Frá politiskari síðu er semja um at landið skal fáa okkurt fyri fiskin úr sjónum sum framleiðslutilfar í vinnuni (lisensgjald/royalty). Eftir er at taka støðu til, hvussu skal hetta uppkrevjast og hvørji onnur atlit skulu takast við møguligari uppboðssølu.
Búskaparfrágreiðingin kann lesast her
Um nakar ynskir at fáa viðmerkingar til heystfrágreiðingina 2014, kann viðkomandi venda sær til
Sverra Hansen, formann, á tlf. 28 41 32
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...