Neyðugt við nýggjari dagsskrá í búskaparpolitikkinum
06.03.2015
Búskaparráðið
Skriva út

Neyðugt við nýggjari dagsskrá í búskaparpolitikkinum

Demografiskar broytingar gera tað neyðugt við nýggjari dagsskrá, tí vaksandi trýst verður á almennu útreiðslurnar í framtíðini. Mett verður at haldføris-indikatorurin fyri føroyska almenna geiran er -5% av BTÚ.


Búskaparráðið hevur saman við Hagstovuni mett um BTÚ-vøksturin í leypandi prísum í ár og komandi ár. Vøksturin í 2015 og 2016 í leypandi prísum er mettur til ávikavist 2,5% og 2,2%. Fyri 2014 er vøksturin mettur til 3,7%.

Búskaparráðið leggur í hesi frágreiðing dent á:

  • Broytingar í serligum eftirspurnings- og útboðsviðurskiftum í búskapinum, sum ávirka konjunkturgongdin.
  • Fíggjarliga haldførið í almenna búskapinum, og hvussu hetta haldførið verður ávirkað av stórum demografiskum broytingum í komandi áru.


Tað sum hevur hildið uppi búskaparvøkstrinum seinastu árini er serliga prísgongdin á útfluttum alilaksi, gongdin í útflutninginum annars, gongdin í íløguvirkseminum og gongdin í privatu nýtsluni. Mett verður at vøksturin í privatu nýtsluni upp á eitt sindur longri sikt kann fara at verða avmarkaður av lágu føroysku pensiónsuppsparingini og tvungnu pensiónsnýskipanini, og at hetta kann koma at avmarka búskaparvøksturin. Við núverandi tøkni er eisini avmarkað hvussu nógv alivinnan kann vaksa, og við givnum kvotum, eisini hvussu nógv nøgdirnar av pelagiskum fiski kunnu vaksa. Útlit eru ikki til broytingar í botnfiskaveiðuni. Eitt annað sum hevur eyðkent gongdina seinastu árini er at ein vaksandi partur av búskaparvøkstrinum er fallið kapitalánarum í lut og ikki løntakarum.

Stórar demografiskar broytingar fara at gera seg galdandi í komandi árum. Hesar broytingar fara alt annað líka – givið ynskinum um varðveislu av vælferðarstøðinum – at hava við sær stóran útreiðsluvøkstur hjá almenna geiranum. Í komandi árum fer hetta at halda fram við stórari styrki, og fer hetta at fáa eyðsýndar fíggjarligar avleiðingar. Hetta fer eisini at gera tað ómøguligt at halda fram við tí sama politikki, ið higartil hevur verið settur á dagsskránna.

Útrokningar hjá Búskaparráðnum vísa at haldførisindikatorin fyri almenna geiran í Føroyum er -5%. Hetta merkir at útreiðslurnar og/ella inntøkurin hjá almenna geiranum varandi skulu tillagast við 5% av BTÚ, sum í 2015 svarar til umleið 750 mió. kr.

Búskaparfrágreiðingin er at finna á her 

Um nakar ynskir at fáa viðmerkingar til várfrágreiðingina 2015, kann viðkomandi venda sær til Sverra Hansen, formann, á tlf. 28 41 32