NoDaLiDa á móttøku hjá Tórshavnar býráði
Í gjár hevði Tórshavnar kommuna móttøku fyri luttakarunum á norðurlendsku máltøkni-ráðstevnuni, NoDaLiDa, sum Fróðskaparsetrið saman við samstarvsfeløgum skipar fyri í hesi vikuni
Móttøkan hjá Tórshavnar kommunu var í Mullers pakkhúsi, og Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Vinnunevndini hjá Tórshavnar býráð, helt røðu og beyð gestunum vælkomnum. Sjálv ráðstevnan varð sett í Kongshøll og heldur fram í Norðurlandahúsinum.
Kristianna fegnaðist um hesa áhugaverdu ráðstevnuna og umrøddi týdningin av, at fakfólk og granskarar hittast til fakliga vitanardeiling. Eisini takkaði hon fyrireikarunum fyri at hava valt Havnina sum vertsbý fyri ráðstevnuna.
Á ráðstevnuni luttaka granskarar, fakfólk, lesandi og onnur úr Norðurlondum og úr fleiri øðrum londum í Europa.
Tað er Fróðskaparsetur Føroya, sum saman við Málráðnum, Dansk Sprognævn og NEALT – Northern European Association for Language Technology – hava skipað fyri ráðstevnuni, sum verður hildin annaðhvørt ár og hevur 50 ár á baki. Hetta er fyrstu ferð, at ráðstevnan verður hildin í Føroyum.
Lesið meira her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...