06.06.2011
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Nøvn í strandamentanini

Hósdagin og fríggjadagin í síðstu viku skipaði Føroyamálsdeildin fyri eini NORNA-ráðstevnu, sum varð hildin á Læraraskúlanum.


NORNA er ein norðurlendskur navnafelagsskapur. Í stýrinum fyri NORNA situr eitt umboð úr hvørjum Norðurlandi.

Ráðstevnan hevði sum evni ”Nøvn í strandamentanini”. 45 fólk høvdu teknað seg til ráðstevnuna. Tað vórðu hildnir heilir 27 fyrilestar, 4 úr Danmark, 2 úr Finnlandi, 4 úr Føroyum, 2 úr Íslandi, 5 úr Noregi og 7 úr Svøríki. Fyrilestarnir viðgjørdu nógv ymisk evni í sambandi við nøvn, bæði á landi og sjógvi.

Leygardagin varð skipað fyri útferð. Farið varð úr Havn kl. 9 til Leirvíkar, har ið Stefan Stumann Hansen greiddi frá útgrevstrinum á Toftanesi og frá Bønhústoft. Síðan varð farið til Klaksvíkar, har ið Klaksvíkar Býráð við Dáva Winther tók ímóti gestunum á býráðnum við morgunmati og fyrilestri. Síðan varð farið í Christianskirkjuna, har ið Alex Sólstein greiddi frá og sang. Eftir tað var farið á Norðoya Fornminnissavn, har ið Jógvan Ósá var frásøgumaður. Eftir tað varð farið á Føroya Bjór, har ið Annika Waag vísti runt og greiddi frá. Gestirnir fingu eisini høvi at munna seg av øllum teimum ymisku øl- og sodavatnssløgunum, sum Føroya Bjór ger. Gestirnir vóru avbera væl nøgdir við vitjanina í Klaksvík. Um kvøldið fingu teir døgurða á Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini.