07.12.2011
Søgu- og samfelagsdeildin Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning
Skriva út

Nógv at læra úr Norra

Greinarøð frá spennandi ferð við Gloppenfjørðin er útgivin í Arbeiðsrit 28/2011: Nógv at læra úr Norra – ferðafrásøgn frá vitjan við Gloppenfjørðin.


Greinarøð frá spennandi ferð við Gloppenfjørðin er útgivin í Arbeiðsrit 28/2011: Nógv at læra úr Norra – ferðafrásøgn frá vitjan við Gloppenfjørðin.

Í døgunum 2. til 5. oktober 2011 var arbeiðsfundur í verkætlanini Lærings- og inspirationsnetværk for aktive ildsjæle i 4 nordiske lokalsamfund i udkantsområder í Gloppen kommunu í Norra. Høvuðsbýurin í Gloppen kommunu er Sandane, sum liggur 3½-4 tímar (í bussi) norðanfyri Bergen.

Vitjanin í Gloppen var sera áhugaverd og gav ikki minst góðan íblástur sæð við føroyskum eygum. Í vikunum eftir vitjanina var ein røð av greinum skrivaðar um ferðina. Áhugin fyri greinunum hevur verið sera stórur. Av somu orsøk eru hesar greinar savnaðar í einari útgávuni, soleiðis at áhugaði lætt kunnu leita fram tilfarið til íblástur. Greitt er, at vit kunnu læra nógv av grannum okkara fyri eystan.

Útgávan Arbeiðsrit 28/2011: Nógv at læra úr Norra – ferðafrásøgn frá vitjan við Gloppenfjørðin kann takast niður í pdf-formati á www.socdev.fo undir útgávur.

Um verkætlanina: Lærings- og inspirationsnetværk for aktive ildsjæle