Nógv fleiri umsóknir í ár
469 fólk hava søkt um at sleppa á Fróðskaparsetrið at lesa í ár. Talan er um ein vøkstur uppá 18,1 prosent samanborið við talið á umsóknum í fjør
Tá freistin var farin á midnátt mikudagin at søkja inn á Fróðskaparsetrið, vóru tilsamans 469 umsóknir komnar inn. Vøksturin, sum var fyrr í summar, tá freistin at søkja inn gjøgnum kvotu tvey var, bleiv staðfestur nú, tá allar umsóknirnar eru taldar saman.
Samanborið við í fjør er vøksturin í samlaða talinum av umsóknum 18,1 prosent.
Vøksturin í bachelorumsóknum er 27,5 prosent.
Her er tað serliga læraraútbúgvingin, sum hevur fingið fleiri umsóknir í ár, men eisini samfelagsligu útbúgvingarnar á Søgu- og samfelagsdeildini hava størri áhuga millum umsøkjararnar.
Lívfrøðin dregur
Masterútbúgvingarnar hava eisini fingið fleiri umsóknir í ár sammett við í fjør. Har eru tølini ávikavist 45 í ár og 37 í fjør. Her er tað serliga masterútbúgvingin í heilsuvísindum, sum dregur.
KT-verkfrøði og bachelorútbúgvingarnar í lívfrøði verða bara bjóðaðar út annaðhvørt ár, og um samanborið verður við umsøkjaratølini frá 2018, so er vøksturin góð 29 prosent, tá talan er um lívfrøði.
Tó er talið minkað í KT-verkfrøði, har 51 umsóknir vóru í 2018 sammett við 40 í ár.
Verður samlaða talið av umsóknum sammett við 2018, er vøksturin 9,6 prosent.
Í 2020 eru tølini hesi: 399 vilja lesa bachelor, 9 hjánám, 45 master og 16 ískoytisútbúgvingar.
Glaður rektari
Chik Collins, rektari á Setrinum er glaður fyri, at so mong vilja sleppa á Fróðskaparsetrið at lesa.
- Í ár hava vit styrkt um samskiftið og gjørt útbúgvingarnar meira sjónligar. Tað er ómetaliga stimbrandi at síggja, at vøksturin í umsøkjaratalinum longu er so munagóður, og vit gleða okkum at bjóða nýggjum lesandi og teimum, sum halda fram hjá okkum, vælkomnum, tá vit byrja aftur í august, sigur Chik Collins, rektari.
- Aðalmálið hjá okkum øllum á Setrinum er at tryggja, at tey nýggju lesandi fáa góða innleiðslu, mennandi lestrarvegleiðing og stimbrandi ráð fyri at halda teimum til, so tað eydnast teimum at fullføra sínar útbúgvingar. Okkara uppgáva er í kveikjandi umhvørvi at veita teimum lesandi dygdargóða útbúgving, so tey fáa bestu førleikar á síni starvsleið til frama fyri tey og menningina av okkara samfelagi, sigur rektarin.
Útgreinaðu tølini fyri 2020 eru her.
Tølini fyri 2019 eru her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...