Annika Sølvará
05.12.2007
Skriva út

Nógv fólk síggja Speki fyrilestrarnar

Mátingar hjá Sjónvarpinum vísa, at fyrilestrartiltakið Speki, sum Fróðskaparsetrið og Sjónvarpið samskipa, fær góða undirtøku.


Sjónvarpið veit at siga um sendingina tann 14 november kl.19 um veðurlag og hav við Boga Hansen, at 8970 hyggjarar hugdu at parti av sendingini. Hetta svarar til 25,02% øllum hyggjarum. 7125 av hesum, svarandi til 19,87% av øllum hyggjarum, hugdu at allari sendingini.

Talan er sostatt framhaldandi um høg hyggjaratøl, hóast talan er um "smalar" sendingar. Tað bendir sostatt á, at sendingin hevur funnið sína legu millum aðrar sendingar.

Á síðuni Speki undir høvuðssíðuni Kunning liggur yvirlit við slóð til fyrilestrarnar, sum hava verið higartil.

Fleiri sendingar eru tiknar upp til at vísa eftir nýggjár. Ætlanin hjá Fróðskaparsetrinum og Sjónvarpinum er nú at umrøða røðina og og møguligan tørv á tillagingum. Síðani verður støða tikin til, hvussu hetta kann skipast framyvir.

Hevur tú viðmerkingar til Speki fyrilestrarøðina, til onkran av fyrilestrunum ella hugskot til aðrar mátar at miðla gransking, frætta vit fegin á telefon 352500 ella setur@setur.fo