Nógv koronugransking á Setrinum
COVID-19 hevur seinastu tíðina sett føroyska samfelagið og samfeløg kring allan heim í eina undantaksstøðu, sum hevur stórar heilsufrøðiligar, búskaparligar og samfelagsligar avbjóðingar við sær. Kreppustøðan hevur samstundis skapt ein bráfeingis tørv á nýggjari vitan á mongum økjum, og fleiri føroyskir granskarar hava sett sær fyri at kanna støðuna nærri.
Granskingarráðið hevur seinastu vikuna játtað stuðul til 11 koronuverkætlanir, og fleiri teirra eru beinleiðis knýttar at Fróðskaparsetri Føroya.
Hesar verkætlaninar á Setrinum hava fingið stuðul:
Korona dagbøkur
Verkætlanarleiðari: Erika A. Hayfield, Søgu- og Samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið.
Stuðul: 129.185 kr.
Erika Hayfield: “Hendan verkætlanin gevur innlit í nýggja gerandisdagin hjá fólki, júst ímeðan grundleggjandi lívsbroytingarnar fara fram. Frá einum granskingarsjónarhorni er tað virðismikið at fylgja fólki í so óvanligari støðu, og við dagbókum ber tað til. Verkætlanin er eitt íkast til vitan um, hvussu fólk ávirkast, og eisini menniskjans tillagingarevni í eitt so umfatandi sosialt, heilsuligt og búskaparligt umskifti”.
Leiklutur og týdningur av stuðlandi leiðslu fyri lærarum í fólkaskúlanum í Covid-19-tíðini
Verkætlanarleiðari: Kalpana Vijayavarathan, Námsvísindadeildin, Fróðskaparsetrið.
Stuðul: 81.744 kr
Kalpana Vijayavarathan: “The Covid-19 crisis has so far had a significant impact on the educational system in The Faroe Islands, bringing abrupt change to the teaching and learning environment of compulsory education schools and requiring them to adapt to delivering different modes of education, with minimal preparation. This project has the potential to give clear insight into the kinds of educational leadership exhibited in a specific crisis. Its value lies in the atypical circumstances of the phenomena to be studied and its timely significance for Faroese education and society. In its attempt to make leadership in action visible, the study will make a meaningful contribution to the field and be original in that it is the first of its kind in the country. The focus gives the study validity and relevance, while offering scope for further research in the long term effects of the Corona crisis on education not only locally, but further afield. The results of the study will be made available to the public. The findings can be published in journals in any of the following fields of education: leadership; change management in schools, and teacher and leadership resilience in times of change".
Leikluturin hjá serfrøðingum og myndugleikum í eini kreppustøðu
Verkætlanarleiðari: Heini í Skorini, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið.
Stuðul: 93.062 kr.
Heini í Skorini: ”Áðrenn undantaksstøðuna var eg longu í gongd við eina granskingarverkætlan, sum snýr seg um, hvønn leiklut serfrøðingar og vísindaligir myndugleikar hava í einum demokratii. Hvørji viðurskifti skapa antin álit ella misálit á vísindi og serfrøðingar? Nær góðtaka fólk vísindaliga informatión, og nær vraka tey vísindaliga informatión? Hesin spurningurin er vorðin sera aktuellur og viðkomandi undir Coronu-kreppuni. Øll tiltøkini fyri at basa smittuni hava jú verið treytað av, at fólk lurta og virða boð frá myndugleikunum. Men nær fáa serfrøðingarnir ov stórt vald? Hvussu loyal og autoritetstrúgv skulu vit vera í eini kreppustøðu? Og hava vit havt eitt nóg breitt kjak um øll tey mótstríðandi atlit og etisku tvístøður, sum ein slík kreppa inniheldur? Prosjektið snýr seg í roynd og veru um klassiska spenningin ímillum fólkaræði øðrumegin og serfrøðingaveldi hinumegin. Ein tvístøða, sum er líka gomul sum Platon sjálvur”.
Pedagogisk atlit og avbjóðingar, tá skift verður frá staðbundnari til netbundna undirvísing eftir fáum døgum
Verkætlanarleiðari: Erla Olsen, Námsvísindadeildin, Fróðskaparsetrið.
Stuðul: 111.704 kr.
Erla Olsen: “Tað er ofta í broytingartíðum, at nýbrot henda, og í øllum útbúgvingarverkinum hava royndir verið gjørdar at halda fram við undirvísing á netinum. Hetta er samstundis nakað, sum eftirspurningur hevur verið eftir leingi, men sum ikki hevur verið sett í verk vegna praktiskar og tekniskar avbjóðingar og pedagogisk atlit. Nú gera vit øll okkara besta at undirvísa á netinum, og við hesi verkætlan vilja vit finna fram til, hvat hevur riggað væl. Hetta er alneyðugt at gera, tí roknast kann við, at koronu-stongsulin hevur slóðað fyri varandi broyting, og at undirvísing fer at verða meira á netinum, enn hon hevur verið fyrr”.
Kristnilív heima: Hvussu tillaga kirkjur og samkomur í Føroyum seg í sambandi við COVID-19-farsóttina?
Verkætlanarleiðari: Jan Jensen í samstarvi við Søgu- og samfelagsdeildina á Fróðskaparsetrinum.
Verkætlanin verður knýtt at ph.d.-verkætlanini, sum Jan Jensen ger á University of Cambridge.
Stuðul: 129.185 kr.
Jan Jensen: "Áðrenn sjúkan fór at gera um seg, var eg longu farin undir at granska á økinum í sambandi við mína ph.d. á Cambridge, men síðan tá eru tingini broytt mestsum fullkomiliga. Tað er og verður spennandi at síggja, hvussu kirkjur og samkomur (sum fylla nógv í føroyska lívinum) tillaga seg hesar broytingar, og eg eri spentur at vita, hvat granskingin fer at vísa".
Støðan hjá næmingum í “koronaskúlanum”
Verkætlanarleiðari: Katrin av Kák, Námsvísindadeildin, Fróðskaparsetrið.
Stuðul: 111.704 kr.
Katrin av Kák: “Børn og ung eru framtíðin. Tí mugu vit lurta eftir teirra rødd í nútíðini. Beint nú eru vit øll í hesi óvæntaðu og nýggju støðuni saman við mestsum øllum londum rundan um okkum. Samfelagið er sett niður í ferð, og m.a. skúlar hava verið stongdir í einar seks vikur. Undirvísingin hevur verið á netinum hesa tíðina. Hvussu hevur tað riggað fyri børn og ung? Hvat læra tey? Hvussu hava tey tað við ikki at kunna vera fysiskt saman við vinum og floksfeløgum? Hvat kunnu vit sum útbúgvingarstovnur læra av hesum royndunum og upplivingunum hjá børnum og ungum í koronutíðini og skúlanum har?”
Yvirlit yvir aðrar verkætlanir, sum hava fingið stuðul:
Ávirkanin av COVID-19 á fiski- og alivinnu og avleiðingarnar fyri føroyska búskapin.
Verkætlanarleiðari: Unn Laksá, Sjókovin. Aðrir luttakarir í bólkinum: Magni Laksafoss og Zvonko Mrdalo.
Stuðul: 193.070 kr.
Finnast meira og minni sjúkuelvandi SARS-CoV-2 variantar í Føroyum?
Verkætlanarleiðari: Debes H. Christiansen, Heilsufrøðiliga Starvsstovan. Kliniskur ábyrgdari: Shahin Gaini, Landssjúkrahúsið. Aðrir luttakarar í bólkinum: Bjarni á Steig, Marnar Fríðheim Kristiansen, Sanna á Borg, Bodil H. Heimustovu, Tróndur Høgnason Mohr, Lars Fodgaard Møller, Hannes Gislason, Marin Strøm, Maria Skaalum Petersen og Guðrið Andorsdóttir.
Stuðul: 361.975 kr.
Korona í Føroyum – kanningar av smittutølum, sjúkueyðkennum og andevnum hjá koronusjúklingum í Føroyum.
Verkætlanarleiðari: Shahin Gaini, ph.d. og yvirlækni. Aðrir luttakarar í bólkinum: Bjarni á Steig, Marnar Fríðheim Kristiansen, Sanna á Borg, Bodil H. Heimustovu, Tróndur Høgnason Mohr, Lars Fodgaard Møller, Hannes Gislason, Marin Strøm, Maria Skaalum Petersen, Guðrið Andorsdóttir, og Debes H. Christiansen.
Stuðul: 499.267 kr.
Ávirkar ílegusamansetingin hjá einstaklinginum sjúkugongdina hjá COVID-19-smittuni?
Verkætlanarleiðari: Noomi O. Gregersen, ph.d. FarGen/Ílegusavnið. Kliniskur ábyrgdarhavi: Shahin Gaini, ph.d. og yvirlækni, Landssjúkrahúsið. Aðrir luttakarar í bólkinum: Maria Skaalum Petersen og Magni Mohr.
Stuðul: 497.081 kr.
Árin av COVID-19 á heilsustøðuna hjá áttati ára gomlum føroyingum
Verkætlanarleiðari: Eina H. Eliasen, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.
Stuðul: 135.438 kr.
Meira kunning fæst á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum:
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...