Nógvar kvotu 2 umsóknir
20.04.2015
Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Nógvar kvotu 2 umsóknir

149 umsøkjarar hava sent inn kvotu 2 umsókn um upptøku til lestur á Setrinum til heystið 2015. Umsóknarfreistin at søkja inn eftir kvotu 2 var 15. apríl.


Av hesum 149 umsóknunum er nógv tann størsti parturin til ávikavist Sjúkrarøktarfrøði 48, Lærara 39 og Námsfrøði 43 ella samanlagt heilar 130 av umsóknunum. Hendan myndin hevur eisini verið tann sama undanfarnu ár og seinasta ár vóru eisini 124 av umsóknunum til hesar útbúgvingarnar.

Kvota 2 er møguleiki fyri tey, har miðaltalið í gymnasiala miðnámspróvnum ikki er nóg gott, ella tey hava annað javngott prógv á sama stigi ella hægri. Her verða eisini aðrir førleikar enn gymnasialt miðnámsskúlaprógv tiknir við í metingina. Umsøkjarar eftir kvotu 2 eru tí ofta fólk við fleiri starvsroyndum samanborið við tey, sum søkja eftir kvotu 1.

í ár verða 8 av teimum 10 bachelorútbúgvingunum á Setrinum bodnar út. Møguleiki verður fyri at søkja inn á Lívfrøði og KT-verkfrøði aftur komandi lestrarár, 2016.

Upp til 20% av teimum lesandi verða tikin inn eftir kvotu 2-skipanini. 

Evstamark fyri kvotu 1 er 1. juli 2015, sí nærri kunning um upptøku her.

Allir umsøkjarar fáa svar í seinasta lagi mánadagin 13. juli. Og í seinasta lagi 3. august skulu umsøkjararnir vátta, hvørt teir taka við lestrarplássinum.