Nógvir spurningar svaraðir á kunningarfundi
Hósmorgunin 21. november skipaðu Ph.d.-spírar á Fróðskaparsetrinum saman við Granskingarráðnum fyri kunningarfundi um møguleikar at fáa stuðul til ph.d.verkætlanir úr Granskingargrunninum.
Kári á Rógvi, sum umboðaði Ph.d.-spírarnar, bjóðaði vælkomin og fortaldi um endamálið við Ph.d.-spírunum.
Síðani hevði Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, eina framløgu við heitinum: Stuðul til gransking - Granskingargrunnurin - Møguleikar, krøv og mannagongd.
Aftan á framløguna var møguleiki at seta spurningar og hetta gjørdi fleiri av teimum umleið 20 fólkunum, sum vóru møtt til tiltakið.
Tiltakið var stroymað og er nú tøkt á her.
Til ber eisini at síggja PP framløguna her .
Tey, sum ynskja at søkja stuðul til gransking, kunnu finna lýsing og slóð til umsóknarblað, formligar reglur, og vegleiðing á heimsíðuni hjá Granskingarráðnum, sí leinkið her
Tey, ið ynskja nærri kunning um Ph.d.-spírar á Fróðskaparsetrinum ella um Vísindamót annars, eru vælkomin at seta seg í samband við Kára á Rógvi á kariar(at)setur.fo ella Kristionnu Hammer á kristiannah(at)setur.fo
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...