NORA.jpg
Anna Katrin Matras
03.10.2018
Setrið
Skriva út

NORA - starvslærumøguleiki

Nú hava lesandi møguleika fyri at søkja um starvslæru á høvuðsskrivstovuni hjá NORA í Tórshavn.

Talan er um starvslæru í 6 mánaðir, har tann lesandi fær møguleika fyri at ogna sær royndir í bæði fyriskipanarligum og altjóða samstarvi. Starvstíðin kann telja við sum partur av útbúgving, um góðkenning fyriliggur.

Talan er ikki um lønt starv, men tann starvslesandi fær eitt mánaðarligt ískoyti á 5.000 kr. fyri kost og innivist. Eisini rindar NORA fyri ferðaútreiðslur.

Umsóknarfreistin er 22. oktober, og nærri kunning um hendan starvslærumøguleika er at finna HER