Í morgin verður ókeypis webinar um stuðul frá Norðurlendska Atlantssamstarvinum til verkætlanir (Foto: nora.fo)
Brynhild Thomsen
03.09.2020
Setrið
Skriva út

NORA: Webinar um stuðul til verkætlanir

Í morgin klokkan 12 skipar NORA fyri webinari um sína stuðulsskipan til verkætlanir. Tiltakið verður á zoom og er ókeypis, og ikki er neyðugt at tekna seg

Nógvir spurningar stinga seg upp, tá ein situr við eini verkætlan og ætlar sær at søkja um fíggjarligan stuðul.

Hetta hevur NORA, sum er Norðurlendska Atlantssamstarvið, ásannað og skipar í hesum sambandi fyri einum webinari, har fólk fáa høvi at kunna seg um teirra stuðulsskipan og eisini at seta spurningar.

NORA hevur deildir í Føroyum, Grønlandi, Íslandi og Noregi, og tey kenna væl til, at umsøkjarar sita við mongum ivamálum, tá umsóknir skulu sendast inn.

Webinarið byrjar í morgin 4. september klokkan 12:00 og verður á zoom.

Fyrst verður ein stutt gjøgnumgongd av skipanini á norskum/donskum, og síðani verður latið upp fyri spurningum frá teimum, sum fylgja við. Spurningarnir skulu setast á norskum, donskum ella enskum, og til ber at seta teir annaðhvørt skrivliga ella munnliga.

Webinarið er ókeypis og ikki er neyðugt at tekna seg frammanundan.

Leinkið til zoom er her.