Nordic Translation Conference 4. - 6. apríl 2013
15.08.2012
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Nordic Translation Conference 4. - 6. apríl 2013

Áhugaverd ráðstevna fyri øll tey, sum arbeiða við norðurlendskum máli.


Tann 4. - 6. apríl 2013 verður Nordic Translation Conference hildin í Norwich. Tað eru Gudrun Rawoens, postdoc granskari við Universiteit Gent í Belgien og B.J. Epstein á University of East Anglia, sum standa fyri ráðstevnuni. Nakrir av høvuðsrøðarunum verða Andrew Chesterman, Riitta  Oittinen og Anna Mauranen. Umframt fyrilestrar verður eisini ymiskt annað so sum workshops, panels og dual-language readings. Ráðstevnan er ætlað øllum teimum, sum arbeiða við teimum norðurlendsku málunum. Meira kunning fæst á leinkju:

nordictranslation.net