27.04.2014
Altjóða Skrivstovan
Skriva út

Nordiska folkhögskolan vitjar í Føroyum

1. mai eru fólk frá háskúlanum í Miðlahúsinum kl. 19.30.


Um mánaðarskiftið apríl-mai vitja næmingar og lærarar frá Nordiska folkhögskolan í Kungälv í Svøríki Føroyar.

1. mai kanst tú hitta núverandi og fyrrverandi næmingar í Miðláhúsinum. Tey fara at greiða frá háskúlalívinum og hvat háskúlauppihaldið hevur havt at týða fyri tey sum menniskju.

Skráin verður hendan:

  • Kunning um linjurnar, sum mann kann velja á Nordiska folkhögskola.
  • Myndaframsýning
  • Drekkamunnur og mingling
  • NUF (Norrøna Ungmannafelag Føroya) greiðir frá nýggja felagnum
  • Hanus F. Johansen syngur


Við stuðli frá grunnum kann háskúlin bjóða eitt avmarkað tal av hálvum fríplássum til føroyskar næmingar. Sum ískoyti til hetta kann mann eisini søkja um danskan háskúlastuðul.

Sí eisini nærri lýsing av skúlanum á viðfestu fíluni.

Affisch_nordisk_färöarna_2014.pdf