Nordkurs 2014
21 studentar á enn einum væl eydnaðum summarskeiði á Føroyamálsdeildini.
Síðstu dagarnir av fyrra summarskeiðinum á Føroyamálsdeildini eru í hondum.
Leygardagin endar skeiðið við próvtøku, og um kvøldið er veitsla fyri studentum og undirvísarum og vit biðja okkara gestastudentum farvæl.
Á Nordkurs í ár eru 21 studentar, sum lesa í Noregi, Finnlandi, Svøríki, Íslandi og Danmark. Studentarnir eru ymsastaðni frá, teir flestu úr áðurnevndu londum, men onkur úr Russlandi og onkur úr Týsklandi.
Endamálið við skeiðinum er at geva studentunum kunnleika um føroyskt mál og samfelag. Nordkurs skeið verða hildin kring um í Norðurlondum hvørt ár. Í Grønlandi triðja hvørt ár, og í Føroyum tvey ár á rað, og síðani einki skeið tað árið Grønland hevur skeið.
Føroyar tað mest eksotiska
Ja, tú las rætt.
Í práti við Kristian Mathias Ommen, Sara Naldal og Stine Gørup Sørensen kemur fram, at Føroyar stóðu ovast á prioriteringini, tá umsóknin til Nordkurs fór avstað. Sara var í Noregi í fjør, og komandi ár ætla Kristian og Stine sær at søkja til Grønlands.
Tey eru væl nøgd við skeiðið og eru serliga glað fyri at dentur eisini verður lagdur á útferðir kring landið. Fleiri útferðir eru fyriskipaðar frammanundan, men nógv verður eisini lagt til rættis av studentunum sjálvum. Tey hava millum annað havt filmskvøld við føroyskum filmum, vitja í Mykinesi, við Gjógv og verið á grottokonsert við Norðlýsinum.
Ein av orsøkunum til, at tey velja Føroyar fram um hini londini í Nordkurs-skipanini, er at her verður dentur serliga lagdur á mál og ikki bókmentir. Hetta meta tey økir teirra møguleikar at fáa starv innan miðnámsskúlar í t.d. Føroyum og Grønlandi.
Samanumtikið vælnøgdir studentar, á gáttini til heimferð.
Les meira um Nordkurs
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...