Jógvan í Lon Jacobsen
16.06.2008
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Nordkurs-summarskeið

Dagarnar 9. til 28. juni 2008 er skeið í føroyskum máli, bókmentum og mentan fyri norðurlendskum studentum. Tað er Føroyamálsdeildin, ið skipar fyri skeiðnum.


Luttakararnir á summarskeiðnum eru fólk, ið lesa norðurlendsk mál og bókmentir og almenn málvísindi í Norðurlondum. Í ár eru tey 26 í tali: 7 úr Noregi, 6 úr Svøríki, 6 úr Danmark, 5 úr Finnlandi og 2 úr Íslandi. Summir av hesum studentunum eru ikki-norðbúgvar, sum lesa á norðurlendskum universitetum. Í ár hava vit soleiðis ein kekka og týskara. Í fjør høvdu vit ein balta, ein pólending og tveir týskarar.

Endamálið við skeiðnum er at geva teimum lesandi kunnleika um føroyskt mál og føroyskar bókmentir og á tann hátt gera tey før fyri at seta føroyskt mál og bókmentirnar inn í ein størri norðurlendskan samanhang.

Studentarnir verða býttir í tveir flokkar eftir fortreytum. Tað er bæði ein fyrimunur fyri studentarnar og fyri læraran, tí flokkarnir verða til tað smáir, samstundis sum støðið millum studentarnar verða javnari.

Undirvísingin fer lutvíst fram á Læraraskúlanum og lutvíst á Føroyamáldeildini. Umframt tímar í føroyskum máli og bókmentum, sum er miðleingjan á skeiðnum, eru fyrilestrar um kvæði og dans, politiska søgu, tónleik, miðlar, myndlist, barnabókmentir og bókmentaliga postkolonialismu.

Ein útferð verður gjørd til Norðuroyggjar, har vit fyrst fara ein túr við skúlaskipinum Draganum av Klaksvík, og síðani verður vitjað á Viðareiði. Skipað verður fyri einum gongutúri til Kirkjubøar eins og einum túri út á Reyn og Tinganes. Ein túrur verður eisini gjørdur á Listasavnið.

Vit hava gjørt eina skipan, har Føroyar og Grønland skiftast um at hava skeið. Skipanin er soleiðis, at skeið er í Føroyum tvey fylgjandi ár, og tað triðja árið er skeið í grønlendskum í Grønlandi, og síðan hava vit aftur tvey fylgjandi ár o.s.fr.

Skeiðið verður fíggjað við pengum frá Norðurlendska ráðharraráðnum umvegis Nordplus, sum er ein mál- og mentanarskrá, ið skal styrkja málfatanina í Norðurlondum og økja áhugan fyri málum og mentanum í Norðurlondum.

Slík norðurlendsk summarskeið hava verið nú í nógv ár, og nógvir eru teir studentarnir, sum gjøgnum árini hava verið á hesum skeiðum, og hjá summum teirra vakti skeiðið ein so stóran áhuga fyri føroyskum, at tey seinni í lívinum komu aftur og fóru at granska í føroyskum.

Av tí at vit ikki hava nóg mikið av kollegiiplássum í Havnini, eru studentarnir noyddir til at gista heima hjá privatfólki.

Teir føstu lærararnir eru: Hjalmar P. Petersen og Randi Kúrberg í máli og Kirsten Brix og Hanna Jensen í bókmentum. Høvuðsábyrgdina fyri skeiðnum hevur Jógvan í Lon Jacobsen, meðan Lena Reinert tekur sær av tí praktiska partinum.