18.09.2009
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Nordkursfundur í Føroyum

18.-19. september 2009 er Nordkursfundur í Føroyum. Hetta er tann árligi fundurin hjá teimum, sum skipa fyri summarskeiðunum í Norðurlondum. Norðurlond skiftast um at vera vertir, og í ár verður hann hildin í Føroyum.


Summarskeiðini verða fíggjað við pengum frá Norðurlendska ráðharraráðnum umvegis Nordplus, sum er ein mál- og mentanarskrá, ið skal styrkja málfatanina í Norðurlondum og økja áhugan fyri málum og mentanum í Norðurlondum.

Vit hava gjørt eina skipan, har Føroyar og Grønland skiftast um at hava skeið. Skipanin er soleiðis, at skeið er í Føroyum tvey fylgjandi ár, og tað triðja árið er skeið í grønlendskum í Grønlandi, og síðan hava vit aftur tvey fylgjandi ár o.s.fr.  


Innihaldið í teimum føroysku skeiðunum, sum vara millum 3-4 vikur, er føroyskt mál, bókmentir og mentan. Tað er Føroyamálsdeildin, ið skipar fyri skeiðnum. Luttakararnir eru fólk, ið lesa norðurlendsk mál og bókmentir og almenn málvísindi í Norðurlondum.  Summir av hesum studentunum eru ikki-norðbúgvar, sum lesa á norðurlendskum universitetum.


Endamálið við skeiðnum er at geva teimum lesandi kunnleika um føroyskt mál og føroyskar bókmentir og á tann hátt gera tey før fyri at seta føroyskt mál og bókmentirnar inn í ein størri norðurlendskan samanhang.  


Stundentarnir verða býttir í tveir flokkar eftir fortreytum. Tað er bæði ein fyrimunur fyri studentarnar og fyri læraran, tí flokkarnir verða til tað smáir, samstundis sum støðið millum studentarnar verða javnari.


Umframt tímar í føroyskum máli og bókmentum, sum er miðleingjan á skeiðnum, eru fyrilestrar um t.d. kvæði og dans, politiska søgu, tónleik, miðlar, myndlist, barnabókmentir og bókmentaliga postkolonialismu o.m.a.


Slík norðurlendsk summarskeið hava verið nú í nógv ár, og nógvir eru teir studentarnir, sum gjøgnum árini hava verið á hesum skeiðum, og hjá summum teirra vakti skeiðið ein so stóran áhuga fyri føroyskum, at tey seinni í lívinum komu aftur og fóru at granska í føroyskum. 
     
Eina ferð um árið hittast skeiðfyriskipararnir at tosa um viðurskiftini kring summarskeiðini. Fundurin verður hildin á Fróðskaparsetrinum. Fríggjadagin seinnapartin verður ein túrur gjørdur út á Reyn. Fríggjakvøldið er býráðið vertur fyri einum døgurða í móttøkuhúsunum í Tróndargøtu. Leygardagin er ætlanin at fara ein túr við sluppini Norðlýsinum, um veðrið er til vildar.  Luttakararnir fara av stað aftur sunnudagin.