Knud Simonsen
15.08.2008
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Norðmenn ynskja føroyska serfrøði

Norðmenn bíða spentir eftir at ILA-serfrøðingurin, Peter Østergaard, skal greiða frá, hvussu føroyska alivinnan hevur handfarið ILA-sjúkuna.


Niðurberjing av ILA-sjúkuni verður eitt av høvuðsevnunum  á ráðstevnu, sum fyritøkan Europharmas skipar fyri í Lofoten í døgunum 20. - 22. august. Ein av útlendsku fyrilestrarhaldaraunum verður fiskadjóralæknin Peter Østergård, fyrrverandi leiðari av fiskasjúkudeildini á Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Fleiri alibrúk í Noreg hava trupulleikar av ILA-sjúkuni, og eru norðmenn sera áhugaðir at hoyra hvussu føroyska alivinnan hevur handfarið ILA-sjúkuna. Í tíðindaskrivi frá fyrireikarnum, sum blaðið Fiskaren endurgevur, verður sagt:

'Dette blir garantert meget interessant, noe som blant annet eksperten på ILA, færøyveringen Peter Østergård vil sørge for'

Higartil hevur tað verið rættuliga vanligt, at føroyska alivinnan hevur leitað sær til Noregs fyri at fáa ráð og vitan. Tí er  tað sera hugaligt at staðfesta, at  føroyska alivinnan nú hevur ment seg til at útlendingar nú søkja sær servitan úr Føroyum.