20.11.2017
Altjóða Skrivstovan Til lesandi
Skriva út

Nordplus 2018-2022

Nordplus skipanin hjá Norðurlandaráðnum bjóðar nú norðurlendskum og baltiskum stovnum og felagsskapum ið arbeiða við, ella sum eru knýtt at útbúgvingar- og upplæringsøkinum, at søkja um stuðul í 2018.


Síggið framløguna hjá Holger Arnbjerg HER: https://www.youtube.com/channel/UCyQ9W3P6b7lC78qxUMBaLdw/live

Umsóknir 2018/19      

Vælkomin til fimmára skeiðið Nordplus 2018-2022!

Nordplus skipanin hjá Norðurlandaráðnum bjóðar nú norðurlendskum og baltiskum stovnum og felagsskapum ið arbeiða við, ella sum eru knýtt at útbúgvingar- og upplæringsøkinum, at søkja um stuðul í 2018.

Um tú, ella tín felagsskapur, arbeiða innan útbúgving ella upplæring, ber tað nú til at søkja um Nordplus stuðul til flytføri til tvørtjóða studentin, skúlanæmingin ella læraran, og til felags verkætlanir og samstarvsvirksemi millum útbúgvingarstovnar og felagsskapir í Álandi, Danmark, Estlandi, Føroyum, Finnlandi, Grikkalandi, Íslandi, Letlandi, Litava, Noregi og Svøríki.

Umsóknarfreistin fyri 2018 er 1. februar og samlaða stuðulsupphæddin er 9,3 mill. evrur.

Hvat nýtt er á skránni?

Umsóknarfreistin er flutt til 1. februar – fyri betur at passa til skúlaárið, og fyri at geva útbúgvingarstovnunum betri tíð til at leggja verkætlanirnar til rættis.

Fleiri broytingar eru gjørdar innan skipanina, Nordplus Mál og Mentan til tess at gera skipanina meira opna og atkomuliga fyri umsøkjarar. Til dømis við menningarstuðli til tvíliðað samstarv, og við at samfíggingarstøðið er lækkað.

Les meira um møguleikarnar við Nordplus 2018-2022 í Nordplus hondbókini.

Nordplus skiparnirnar 2018-2022

Nordplus hevur fimm undirskipanir, ið fevna um alt útbúgvingarøkið. Undirskipanirnar rúma endamálinum hjá Norðurlandaráðnum, um at fáa til vega hægri góðsku og meira samstarv innan útbúgvingarøkið í norðurlanda- og baltiska økinum. Tað ber til at lesa meira um endamálini í Nordplus hondbókini.

Í trimum av skipanunum – Nordplus Junior, Nordplus Vaksin og Nordplus Hægri Útbúgving – er økið í miðdeplinum, meðan Nordplus Horisontal og Nordplus Mál og Mentan eru tvørgangandi skipanir við verkætlanum sum fara tvørtur um vanligu bólkarnar og sektorarnar, og sum eisini menna samstarv innan norðurlendsku málini.

Í gjøgnum Nordplus skipanirnar ber tað til at søkja um stuðul til verkætlanir ella samstarv, men Nordplus Junior, Nordplus Vaksin og Nordplus Hægri Útbúgving geva eisini møguleika fyri stuðli til fígging av flytføri.

Tær fimm Nordplus skipanirnar eru:

Nordplus Junior: - er ætlað lærarum og næmingum í fólkaskúlum, miðnámi og innan yrkisútbúgvingar, og skipanin letur stuðul til samstarv, verkætlanir og flytføri.
Nordplus Hægri Útbúgving: - er ætlað til at menna samstarv fyri lærarar og studentar innan hægri útbúgvingar, og skipanin letur stuðul til samstarv, verkætlanir og flytføri.
Nordplus Vaksin: - er ætlað at menna samstarvið fyri fólksliga upplýsing og undirvísing av vaksnum, og skipanin letur stuðul til samstarv, verkætlanir og flytføri.
Nordplus Horisontal: - letur stuðul til verkætlanir ið fara tvørtur um vanligu bólkarnar og sektorarnar.
Nordplus Mál og Mentan: - er skipan, sum letur stuðul til samstarv og verkætlanir sum hava til endamáls at menna og styrkja støðuna hjá norðurlendsku málunum.

Nordplus varpar ljós á integratión í 2017 og 2018

Í 2017 og 2018 eggjar Nordplus til, at umsøkjarar innan allar Nordplus skipanirnar og øll øki gera verkætlanir, ið viðvíkja integrering av flóttafólki og tilflytarum í útbúgving og upplæring. Tað ber til at lesa meira um tað her: http://www.nordplusonline.org/eng/News2/NEWS-AND-ARCHIVE/Integration-in-Education

Frá 2018 kunnu skúlar undir Dansk Skoleforening for Sydslesvig luttaka í verkætlanum sum danskt stuðlaðir luttakarir. Lesið meira um hetta í Nordplus hondbókini.

Títt næsta stig

Fyri at fáa hjálp við Nordplus umsókninikanst tú fara inn á stig-fyri-stig-leiðbeiningina hjá Nordplus: http://www.nordplusonline.org/nor/Hvordan-soeke/Steg-for-steg

Freistin fyri allar Nordplus skipanirnar er 1. februar 2018.

Nordplus hondbókin

Nordplus hondbókin er leiðbeiningin hjá umsøkjarum, og í hondbókini ber til at finna serstaka kunning um allar skipanirnar viðvíkjandi stuðulsmøguleikum og treytum:
www.nordplusonline.org/nor/Hvordan-soeke/HAANDBOKEN

Espresso – Nordplus umsóknarskipanin

Tú kanst skriva tína umsókn og senda hana í gjøgnum Espresso, online umsóknarskipanin hjá Nordplus.  Skráset teg og rita inn her:
www.nordplusonline.org/eng/Projects2/ESPRESSO

Dátugrunnur fyri samstarvsfelagar

Tað er ein fyritreyt, at tín umsókn er partur av einum felags uppskoti saman við stovnum ella feløgum frá øðrum londum sum eru partur av Nordplus sameiningini. Leitar tú eftir einum stovnsfelaga til tína verkætlan ber tað til at skráseta teg og leita í Nordplus Partner Search Database: http://www.nordplusonline.org/nor/Hvordan-soeke/PARTNERSOEK

Kunning og vegleiðing í tínum egna landi

Tað eru Nordplus skrivstovur í øllum londunum ið luttaka í skipanunum. Hevur tú spurningar ella tørv á at fáa hjálp við umsóknini, kanst tú seta teg í samband við Altjóða Skrivstovuna: www.setur.fo/ask

Meira kunning um Nordplus fæst á www.nordplusonline.org

https://setur.fo/lestrarliv/hent-vitan-um-lestur/skiftislestur/