Nordplus kontaktseminar
16.07.2016
Altjóða Skrivstovan
Skriva út

Nordplus kontaktseminar

Felags kontaktseminar verður frá 20. til 22. november 2016 í Keypmannahavn.


Í sambandi við, at tað nýggja Nordplus programtíðarskeiðið sum byrjar í 2017, hava Nordplus programmini ein felags kontaktseminar 20. til 22. november 2016 í Keypmannahavn, har allir møguligir umsøkjarar til Nordplus innan alt útbúgvingarøkið kunnu søkja um at luttaka.
Á kontaktseminarinum fáa komandi umsøkjarar til Nordplus høvi at finna stovnar at samstarva við frá hinum norðurlendsku og baltisku londunum til komandi verkætlanir og umsóknir.

Um Nordplus
Nordplus er størsta útbúgvingarprogrammið fyri lívslanga læring hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum (Nordisk Ministerråd). Programmið stuðlar flytføri, verkætlanum og netverksaktivitetum og er opið fyri stovnum, felagsskapum og øðrum sum hava útbúgving og lívslanga læring sum sítt høvuðsendamál ella arbeiða innan økið.
Nordplus fevnir um tey fimm norðurlendsku londini, Grønland, Føroyar og Áland, umframt Estland, Lettland og Litava.

Praktisk kunning
Tað er ókeypis at luttaka, og stuðul er til ferðing. Tað verður møguligt at søkja um luttøku til seminarið frá 29. august og umsóknarfreistin er tann 5. oktober 2016.
Meira kunning um seminarið, hvussu mann teknar seg, temu umframt skrá fyri seminarið verður tøk á heimasíðuni hjá Nordplus í endanum á august. Á síðuni kanst tú eisini lesa meira um tey einstøku programmini hjá Nordplus.