Nordplus kontaktseminar í Stokkhólmi
29.-31. oktober 2013 hava Nordplus-skipanirnar kontaktseminar í Stokkhólmi. Tað er ókeypis at luttaka og umsóknarfreistin er 15. september.
Norðurlendska Ráðharraráðið hevur í tíðarskeiðinum 2012-15 sett 5 Nordplusskipanir í gongd. Tær eru ætlaðar at økja um samstarv og flytføri innan útbúgvingarøkið.
Styrelsen for Universiteter og Internationalisering hevur ábyrgdina av kunning og vegleiðing í Danmark. Í Føroyum kunnar og vegleiðir Altjóða Skrivstovan um Nordplus.
Ætlanin við Nordplusskipanunum er, at tær skulu styrkja norðurlendska-baltiska felagsskapin og samleikan, við støði í søguligu, mentanarligu og demokratisku felagseyðkennunum hjá londunum. Skipanirnar eru ætlaðar til undirvísing á øllum stigum.
Fyri at gera tað lættari at finna samstarvsfelagar til eina verkætlan – størri ella minni – verður skipað fyri einum kontaktseminari fyri møguligar umsøkjarar til freistina í mars 2014, sum kunnu fara á útveksling í skúlaárinum 2014-2015. Tað verður 29. og 31. oktober 2013 í Stokkhólmi og verður umrøtt her.
Seminarið vendir sær til aktørar innan øll øki og Nordplusskipanir. Tað vil siga:
Nordplus Junior er ætlað fólkaskúlum, miðnámsskúlum og yrkisútbúgvingum.
Nordplus Hægri Útbúgving er ætlað lærararum og studentum á hægri útbúgvingum. Nordplus Vaksin er ætlað samstarvi fyri fólksligari upplýsing og undirvísing av vaksnum.
Nordplus Horisontal er ein tvørgangandi skipan, fyri verkætlanir, sum fara um vanligu bólkarnar og sektorarnar, og verkætlanir sum arbeiða við øðrum, breiðari og kompleksum málum.
Nordplus Mál og Mentan er skipan, sum skal menna støðuna hjá teimum norðurlendsku málunum.
Arbeiðslív og norðurlendsk mál eru raðfest. Seminarið raðfestir stovnar og felagsskapir, sum vilja fyrireika verkætlanir um útbúgving og arbeiðslív umframt nýstlu av norðurlendsku málunum.
Umsøkjarar við øðrum verkætlanarevnum kunnu eisini verða tikin upp, men hava ikki sama framíhjárætt sum hini.
Umsóknarfreistin til seminarið er 15. september 2013 – tað er avmarkað nøgd av plássum.
Tað er ókeypis at luttaka fyri ein persón per felagsskap/skúla, íroknað máltíðir og tvær nætur á seminarhotelli umframt stuðul til ferðina eftir vanligu ferðasatsunum hjá Nordplusskipanunum.
Henrik N. Andersen - Specialkonsulent - +45 7231 8895 - hna(at)ui.dk - Heimasíða
Holger Arnbjerg – Nordplusinfokontór í Føroyum – tlf. 292513 - ask(at)setur.fo - Heimasíða
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...