Nordplus lagt nýggja fimm ára skrá
Kunningartiltøk verða í Føroyum seinni í heyst
5. oktober var hálvárligi fundurin í programmnevndini hjá Nordplus. Holger Arnbjerg frá Altjóða Skrivstovuni var við á fundinum sum annar av føroysku eygleiðarunum, tilnevndur av Mentamálaráðnum.
Á fundinum, sum varð hildin í Riga, var tilmælið fyri fimmáraskeiðið 2017-2021 til viðgerðar. Eitt av evnunum í hesum tíðarskeiðnum, sum fer at verða raðfest, eru verkætlanir, ið snúgva seg um tilflytarar og flóttafólk.
Umsóknir til øll Nordplus-programmini í 2017 skulu verða inni í seinasta lagi 1. mars 2017. Fleiri upplýsingar eru at finna á heimasíðuni hjá Nordplus.
Dagarnar 30. november og 1. desember verður Malena Vangdrup frá Nordplus-fyrisitingini í Føroyum. Hon fer at hava fundir við Nordplus-áhugað, eins og hon fer at vitja Nordplus-verkætlanir, sum eru í gongd.
Eitt av tiltøkunum verður ein sonevndur stórfundur í Norðurlandahúsinum 30. november kl. 19.30. Seinni verður kunnað nærri um tiltakið.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...