NordPlus stuðul til skiftislesnað í Norðurlondunum
Nú er møguligt at søkja um stuðul til lestraruppihald í Danmark, Svøríki, Noregi, Finnlandi og Íslandi. Freistin er 30 apríl.
Lesandi innan politikk og umsiting hava nú møguleika at søkja um stuðul til lestraruppihald á øðrum norðurlendskum universitetum. Møguligt er Bachleor- og Masterlesandi at søkja um stuðul.
Útbúgvingarleiðari, Jens Christian S. Svabo Justinussen sigur: “Hetta er ein upplagdur møguleiki hjá okkara lesandi, sum hava áhuga í at taka eitt nú eina lestrarhálvu uttanlanda, sum skiftislesandi. Tað góða við hesum er eisini, at tann lesandi umframt NordPlus stuðul, eisini kann taka lestrarstuðulin frá Studna við.”
Nærri upplýsingar um tínar møguleikar kunnu fáast við at venda sær til Jens Christian Svabo Justinussen, teldupost: jensj(at)setur.fo, ella ringja til 29 25 82
Freistin at søkja er mánadagin tann 30 apríl.
Einki formlig umsøkjaraskjal er.
Søkt verður um stuðul við at senda teldupost við til: jensj(at)setur.fo
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...