20.11.2017
Altjóða Skrivstovan Til lesandi
Skriva út

NORDPLUS tíðindi

Nýggj NORDPLUS fimmársætlan byrjar við umsóknarfreist 1. februar 2018.


NORDPLUS-skipanin hjá Norðurlandaráðnum bjóðar norðurlendskum og baltiskum stovnum og felagsskapum, ið arbeiða við – ella sum eru knýtt at útbúgvingar- og upplæringsøkinum, at søkja um stuðul í 2018.

Altjóða Skrivstovan hevur kunningarfund mikudagin 22. november kl. 16.15 til 17.30 í J.C. Svabos gøtu 14 við framløgu um nýggju NORDPLUS-skránna, har fólk, sum áður hava fingið NORDPLUS-stuðul, luttaka.

Tær fimm NORDPLUS skipanirnar eru:

NORDPLUS Junior
NORDPLUS Hægri Útbúgving
NORDPLUS Vaksin
NORDPLUS Horisontal
NORDPLUS Mál og Mentan

Meira kunning fæst á: www.nordplusonline.org

Altjóða Skrivstovan – NORDPLUS kunningarskrivstovu í Føroyum

Nordplus.jpg