Skriva út
Norðrið - tíðarinnar starvsstova: Fýra evropearar á føroyaferð
Mánakvøldið 18. november kl. 19.30 heldur Kim Simonsen almennan fyrilestur á Føroyamálsdeildini
Í tjóðarbygging eru tjóðarsamleiki og tjóðarsjálvsmynd neyðugir tættir. Men ein tjóð er bara serstøk tjóð sum ein av mongum eins serstøkum tjóðum, og tað vit halda og siga um okkum sjálvi, er kveikt og ávirkað av tí onnur siga og halda um okkum.
Í fyrilestrinum verður greitt frá, hvussu fýra ferðamenn, G. C. Atkinson, W. Morris, R. Chambers og R. F. Burton lordur, lýsa Føroyar í tíðarskeiðinum 1833 – 1875. Hugt verður at, hvat ferðafrásagnir siga okkum um ferðamenninar, og hvussu tulking teirra av støðunum, teir ferðast til, er knýtt at teirra egna bakstøði og virðum.
Fyrilesturin verður hildin á Føroyamálsdeildini, V. U. Hammershaimbs gøtu 16, í Tórshavn
Øll eru hjartaliga vælkomin
Háskúlin & Fróðskaparsetrið
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...