Mynd 3.jpg
22.05.2019
Setrið Námsvísindadeildin
Skriva út

Norðurlendsk læraraútbúgvingarráðstevna í 2020

Fróðskaparsetrið verður í døgunum 12. - 14. mai í 2020 vertur fyri stórari norðurlendskari ráðstevnu fyri læraraútbúgvingar.

Frá 9. - 10. mai hevði Námsvísindadeildin vitjan av norðurlendska stýrisbólkinum, sum hittist í Føroyum fyri at skifta orð um ráðstevnuna.

Stýrisbólkurin er mannaður av umboðum frá útbúgvingar- og granskingarstovnum úr Føroyum, Grønlandi, Danmark, Íslandi, Finnlandi, Noregi og Svøríki.

Yvirskriftin fyri læraraútbúgvingaráðstevnuna í 2020 er "Nýskapan í undirvísing og læring", og á skránni verða eitt nú spennandi mentanarligar upplivingar, útferðir, verkstovur og fyrilestrar.

Hetta verður 16. ráðstevnan av hesum slagi, har norðurlendskir undirvísarar, granskarar og onnur hittast at styrkja sambond og deila vitan um viðkomandi evni, felags rák og avbjóðingar á læraraútbúgvingarøkinum.

Seinast ein norðurlendsk læraraútbúgvingarráðstevna varð hildin í Føroyum var í 2006. Námsvísindadeildin samskipar ráðstevnuna.

2020 er samstundis árið, har høvið verður at hátíðarhalda, at 150 ár eru liðin, síðani Læraraskúlin, sum nú ber heitið Námsvísindadeildin, bleiv stovnaður. Ætlanin er, at hetta skal seta sín dám á læraraútbúgvingarráðstevnuna.