Norðurlendsk ráðstevna í Íslandi í juni
Skriva út

Norðurlendsk ráðstevna í Íslandi í juni

Ráðstevna við heitinum ”Nordiske broer for livslang læring” verður í Reykjavík 10. og 11. juni.


Norðurlendska Ráðharraráðið (NMR) og Norðurlendskt netverk fyri vaksnamannalæring (NVL) bjóða til ráðstevnu við heitinum ”Nordiske broer for livslang læring”. Ráðstevnan verður í Reykjavík 10. og 11. juni, og karmurin verður Harpa. Tiltakið er fyriskipað í sambandi við, at Ísland hevur formansskapin í NMR.

Endamálið er at fremja innovatión í útbúgvingum, í arbeiðshøpi og innan heilsu við serligum atliti at læring hjá vaksnum. Nýggir arbeiðshættir verða settir í miðdepilin, og serligur dentur verður lagdur á læruháttin í Biophilia-verkætlanini, ið kenda, íslendska songkvinnan Bjørk stendur á odda fyri. Hesin læruháttur byggir á kreativitet sum granskingarmetodu. Millum mongu fyrilesararnar, ið koma úr flestu Norðurlondum og aðrastaðni við, er Gestur Hovgaard, lektari í samfelagsvísindum á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Framløgan hjá Gesti Hovgaard viðger hugtakið ”meistaralæra”, ið er eitt boð upp á skipan av hægri útbúgvingum í útjaðarum og smátjóðum.

Ráðstevnuskráin, ið verður dagførd so hvørt, er at finna her.  Tilmelding til ráðstevnuna fer fram her, og freistin at boða frá luttøku er 1. mai 2014.

Av tí at ráðstevnan er løgd í Reykjavík og tí er lætt atkomulig hjá áhugaðum úr Føroyum og úr Grønlandi, vóna íslendsku fyrireikararnir at síggja so nógvar luttakarar, sum til ber úr hesum økjum. Ráðstevnan er ókeypis, men luttakarar syrgja sjálvir fyri ferðing og gisting.

Sí nærri lýsing av endamáli, evni, málbólki, fyrilesarum, praktiskum upplýsingum so sum gisting v.m. í viðfestu innbjóðing.

Øll eru vælkomin!

Elisabeth Holm

NVL kontaktpersónur

Innbjoding__Nordiske_broer_for_livslang_laering_01.pdf