Billede1.jpg
Elsa Maria Højgaard Hansen
16.05.2022
Setrið Námsvísindadeildin
Skriva út

Norðurlendska læraraútbúgvingar-ráðstevnan 2022

2.– 5. mai var Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum karmur um stóra norðurlendska ráðstevnu um læraraútbúgvingar við yvirskriftini “Innovation í Undirvísing og Læring”  

Á ráðstevnuni vóru fýra høvuðsfyrilestrar og ikki færri enn 98 styttri fyrilestrar, verkstovur og póstaraframløgur.

Síðani 1991 hevur tað verið siðvenja at halda slíkar ráðstevnur annað hvør ár í einum Norðurlandi. Seinast, at Føroyar vóru vertir, var í 2006.

Her sæst yvirlit yvir, hvar ráðstevnan hevur verið hildin fyrr. Námsvísindadeildin skuldi vera vertur í 2020, men ráðstevnan varð útsett í tveimum umførum vegna koronu. Næsta tørn sum vertur eigur útbúgvingarstovnurin UCSYD í Danmark. Tann ráðstevnan verður í Esbjerg í 2024

Tilsamans 250 granskarar og undirvísarar á læraraútbúgvingum luttóku á ráðstevnuni, umboðandi 26 útbúgvingarstovnar í teimum sjey Norðurlondunum, Føroyum, Íslandi, Grønlandi, Danmark, Svøríki, Norra og Finnlandi.

Norðurlendska læraraútbúgvingarráðstevan hevur eitt fakligt innihald við høvuðsfyrilestrum umframt fleiri smærri fyrilestrum, verskstovnum og póstaraframløgum, har ráðstevnuluttakararnir bæði eru áhoyarar og leggja fram sína gransking hvør fyri øðrum. Harumframt hevur ráðstevnan eitt mentanarligt og sosialt innihald, har høvi er at knýta sambond, og har vertslandið vísir fram partar av síni mentan.

Skráin fyri ráðstevnuna var hendan:

Mánadagin 2. mai skipaði Tórshavnar Kommuna fyri felagsmóttøku í Silo á Vestaru bryggju í Havn, har Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt røðu fyri ráðstevnugestunum.

Týsdagin 3. mai varð ráðstevnan sett í Auluni á Námsvísindadeildini. Til setanina bóru Erla Olsen, dekanur á Námsvísindadeildini, Chik Collins, rektari á Fróðskaparsetrinum og Hans Harryson, útbúgvingarleiðari á læraraútbúgvingini á Námsvísindadeildini, fram røðu, og kórið Tarira framførdi norðurlendsku hymnuna undir leiðslu av Sunleifi Rasmussen. Eftir setanina helt Jon Øivind Hoem, lektari á Høgskulen på Vestlandet, høvuðsfyrilestur, og síðani vóru fleiri styttri fyrilestrar á skránni. Dagurin endaði við seinnapartsútferðum, har til bar at sigla við Norðlýsinum og Westward Ho ella koyra í bussi til Saksunar og Tjørnuvíkar.

Mikudagin 4. mai hildu Ingvar Sigurgeirsson, professari á Háskóli Íslands, og Martin Zacharisassen, fyrrverandi rektari á IT-universitetinum í Keypmannahavn, høvuðslestrar.  Aftur vóru fleiri smærri fyrilestrar eisini. Dagurin endaði í Kongshøll, har kórið, Xperiment, sang, og Ria Tórgað framførdi ein stuttan skemtileik um føroyingasøgu. Síðani var ráðstevnudøgurði í Silo. Til borðhaldið hildu Erla Olsen, Annika Antonuissen, Anders Henning Simonsen og Ragnar Olsson, sum sita í norðurlendska stýrisbólkinum, talur. Eisini var felagssangur og tónleikainnsløg við Hansusi G. Johansen og Guðrun Sólju Jacobsen á skránni.

Hósdagin 5. mai helt Kalpana Vijajavarathan, adjunktur á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, høvuðsfyrilestur. Síðani var pallborðskjak um fakfelagssamstarv við fakfelagsumboðum úr Norðurlondum. Ráðstevnan endaði við, at Erla Olsen, dekanur, helt røðu, og Anders Henning Simonsen frá UCSYD kunnaði um ta komandi norðurlendsku læraraútbúgvingarráðstevnuna, sum verður í Esbjerg í 2024. Til seinast høvdu starvsfólkini á Námsvísindadeildini eitt tónleikainnslag.

Ein faldari varð gjørdur til ráðstevnuna, og í honum ber til at lesa meira um skránna, teir fýra høvusfyrilestrarnar og tær 98 framløgurnar.

Faldarin sæst her.

Abstraktini til framløgurnar eru her

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, helt røðu fyri luttakarunum í sambandi við móttøkuna í Silo, sum kommunan skipaði fyri 2. mai

Starvsfólk frá Námsvísindadeildini til móttøkuna hjá Tórhavnar Kommunu

Norðurlendsku fløggini veittraðu uttan fyri Námsvísindadeildini á Frælsinum sum ein vælkomuheilsan til luttakararnar

Norðurlendski stýrisbólkurin fyri læraraútbúgvingarráðstevnuna: Elsa Maria H. Hansen (Fróðskaparsetur Føroya), Annika Antoniussen (Fróðskaparsetur Føroya), Knut Ole Lysø (NTNU), Eldbjørg Marie Schon (OsloMet), Hans Harryson (Fróðskaparsetur Føroya), Kristin Ran Choi Hinna (Høgskulen på Vestlandet), Anders Henning Simonsen (UCSYD), Sara Skifte Lynge (Ilisimatusarfik), Britta Lohmann (Ilisimatusarfik), Ragnar Olsson (Linneuniversitetet), Liselotte Eek-Karlsson (Linneuniversitetet) , Erla Olsen (Fróðskaparsetur Føroya)

Luttakarar sessast, og starvsfólkini gera seg til reiðar til setanina av ráðstevnuni

Erla Olsen, dekanur á Námsvísindadeildini, helt vælkomurøðu fyri luttakarunum

Chik Collins, rektari á Fróðskaparsetrinum, helt eisini røðu til setanina

Hans Harryson er útbúgvingarleiðari á læraraútbúgvingini á Fróðskaparsetri Føroya

Aulan á Frælsinum var fullsett, tá Hans Harryson tók orðið

Tarira framførdi "Norðurlendsku Hymnuna" undir leiðslu av Sunleifi Rasmussen

Jon Øivind Hoem, lektari á Høgskulen på Vestlandet, helt høvuðsfyrilestur við heitinum: “Nye digitale medier – muligheter og fremtidsudsikter”.

Ingvar Sigurgeirsson, professari á Háskóli Íslands, helt høvuðsfyrilestur við hetinum: “Implementing team teaching: Opportunities and challanges”.

Kalpana Vijayavarathan, adjunktur á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinim, var ein av høvuðsfyrilestrahaldarunum á ráðstevnuni. Her heldur hon sín fyrilestur við heitinum: “The COVID19 whirlwind and its Impact on Teachers and Teaching”

Martin Tvede Zachariasen, fyrrverandi rektari á IT-Univeristetinum í Keypmannahavn og pro-rektari fyri útbúgving og góðskumenning á Fróðskaparsetrinum, helt høvuðsfyrilestur við heitinum: “Hvordan kan digitale teknologier og kunstig intelligens ændre fremtidens uddannelse”.

Pallborðskjak við fakfelagsumboðum úr Norðurlondum. Orðaskifti var um, hvørji rák síggjast og gera seg galdandi á læraraútbúgvingarøkinum

Luttakarar savnast til smærri fyrilestrar. Ikki færri enn 98 framløgur av hesum slagi vóru á ráðstevnuskránni

Páll Isholm, undirvísari á Námsvísindadeildini, var orðstýrari til ráðstevnuna

Noomi í Dali, undirvísari á Námsvísindadeildini, var eisini orðstýrari til ráðstevnuna

Frida Poulsen, ph.d-lesandi á Námsvísindadeildini, hevði framløgu um "Tann inkluderandi føroyska fólkaskúlan". 

Læraralesandi hjálptu væl til á ráðstevnuni

Ráðstevnufaldarin við allari kunning um ráðstevnuna kann lesast her

Felagsmynd av starvsfólkunum á Námsvísinadeildini, sum øll vóru við til at fyriskipa stóru ráðstevnuna 

Til ráðstevnuna vóru starvsfólkini í ljósabláum skjúrtum við búmerkinum hjá Fróðskaparsetri Føroya

Allir luttakararnir fingu eitt Fróðskaparsetursnet við ymsum ráðstevnulutum í

Ì netinum vóru hondseymað pennahús úr føroyskum endurnýttum troyggjumynstri, sum starvsfólkini á Námsvísindadeildini høvdu gjørt í sambandi við seymiverkstað

Til ráðstevnudøgurðan vóru summir av føroysku vertunum í føroyskum klæðum. Her eru tað Hans og Annika, sum eru útbúgvingarleiðarar á Námsvísindadeildini 

Tóra Højgaard Joensen, undivísari á Námsvísindadeildini

 

Ria Tórgarð framførdi sketch um føroyingasøgu í Kongshøll

Kórið Xperiment framførdi nøkur løg og kvæði í Kongshøll

Fullur salur av áhoyrarum til mentanarligu upplivingina í Kongshøll

Tað var sannur veitslurómur til ráðstevnudøgurðan í Silo

Óluva Zachariassen var borðstjóri til veitsluna

Hanus G. Johansen spældi og sang til veitsludøgurðan

Guðrun Sólja Jacobsen framførdi eisini

Erla Olsen, dekanur á Námsvísindadeildini, helt veitslurøðu

Annika Antoniussen, útbúgvingarleiðari fyri námsfrøðinaútbúgvingina á Námsvísindadeildini, segði nøkur orð

Anders Henning Simonsen frá UCSYD, sum er limur í norðurlendska stýrsbolkinum, tók eisini orðið

Ragnar Olsson frá Linneuniversitetet er eisini limur í norðurlendska stýrsbolkinum

Harald Fonsdal Johannesen spældi undir til felagssang. Í sangheftinum vóru útvaldir norðurlendskir sangir