Norðurlendskt intensivt skeið innan netverkið Nordkvist
E-Heilsa/Vælferðartøkni Tvær lesandi á Sjúkrarøktarfrøðideildini, Jóna Z. á Rætt og Nelly Váðklett, hava tikið lut á intensivum skeiði á Bornholm í september saman við lesandi úr Norðurlondum.
Nordkvist er eitt norðurlendskt netverk innan Nordplus. Tilsamans 14 sjúkrarøktarfrøðiskúlar úr øllum norðurlondum eru umboðaðir. Høvðusendamálið er at skipa fyri skiftislestri fyri okkum lesandi - tó mest innan kliniska partin. Umframt skiftislestri, skipar Nordkvist 3. hvørt ár fyri einum 5 daga longum intensivum skeiði, goldið av Nordplus, har 2 lesandi og 1 undirvísari luttaka. Skeiðið telur 3 ECTS stig.
Høvuðsevnið er sjúkrarøkt við ymiskum temum, alt eftir hvat fer fram í samfelagnum. Undirvísararnir undirvístu fyrrapartin og vit lesandi arbeiddu í bólkum seinrapartin. Um kvøldið var skipað fyri sosialum tiltøkum.
Evnið í ár var E-Heilsa og Vælferðartøkni. Endamálið er at:
• menna norðurlanda læringarfelagskapin millum okkum lesandi og undirvísarar
• økja fatanina hjá lesandi av tørvinum fyri evidensgrundaðari praksis
• lýsa avbjóðingar og møguleikar í mun til vælferðartøkni og e-heilsu
• leggja ritgerðir fram úr Norðurlondunum fyri at geva sínámillum íblástur og innlit
Hetta skal geva okkum meira vitan um tøkniligu amboðini, sum kunnu hava við sær, at hvør einstakur betur kann meistra sítt egna lív og heilsu, og harvið kann viðvirka til, at tey eru før fyri at búgva longri í egnum heimi.
20. september 2015 fóru vit báðar, ein undirvísari og lestrarvegleiðarin á Sjúkrarøktarfrøðideildini, sum eisini er leiðari fyri Nordkvist, til Bornholm. Vit vóru lesandi úr 10 ymsum skúlum úr Íslandi, Danmark, Svøríki, Noregi, Finnlandi og Føroyum – tilsamans 39 fólk.
Vit byrjaðu við at fáa undirvísing um hugtøkini vælferðartøkni og e-heilsa. Í undirvísingini kom fram, at tøknin innan vælferð er undir stórari og støðugari menning. Møguleikarnir eru óendaligir og her fingu vit eisini vitan um avbjóðingar, ið eru innan hetta økið. Serliga eru tað avbjóðingar á tí etiska og løgfrøðiliga økinum, sum dentur var lagdur á. Seinnu dagarnar løgdu londini fram ymiskar verkætlanir, sum fara fram í teirra landi.
Í bólkum, sum vóru settir saman av lesandi tvørtur um landamørk, skuldu vit skilgreina hugtøkini e-heilsu og vælferðartøkni, og viðgera eitt valfrítt evni, sum vit hildu verða áhugavert og endaðu við eini framløgu. Evnini vit valdu vóru: Skilgreining av E-heilsu, spurdómsøki, kritiskt kjak og E-heilsa og Vælferðartøkni.
Tað var sera áhugavert at arbeiða saman við lesandi úr øðrum londum. Her kundu vit samanbera útbúgvingarnar í ymisku londunum og hvussu frammarlaga ymisku londini eru í mun til vælferðartøkni.
Við hesum samanberingum er áhugavert at fáa innlit í ymiskleikan í londunum og sostatt læra av hvørjum øðrum. Til dømis so eru tey serstakliga frammarlaga á tøkniliga økinum í Finnlandi.
Á Bornholm búðu vit í íbúðum saman við tveimum frá Finnlandi, soleiðis fingu vit eisini knýtt vinabond við tey. Um kvøldarnar skipaðu lesandi á Bornholm fyri ymiskum tiltøkum, so vit komu at kennast betur. Vit fóru m.a. út at eta á matstovum og tað eina kvøldið fingu vit ymiskar bornholmskar rættir á skúlanum og eisini fóru vit eina ferð “runt på øen”, har vit sóu stóran part av oynni og hugnaðu okkum saman.
Les her
Jóna Ziska við Rætt og Nelly Váðklett, flokkur 2013
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...