31.08.2011
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Norðurlendskt masterskeið

Nú í tvær vikur er Náttúruvísindadeildin karmur um eitt masterskeið um vistfrøðina í Norðuratlantshavi og Norðurhøvum við serligum atliti til ávirkan av veðurlagsbroytingum


Skeiðið er partur  av Norðurlendsku MARECLIM-masterútbúgvingini, ið unversitetini í Bergen, Århus, Íslandi, og Føroyum bjóða út í felag.  MARECLIM er ein styttin av heitinum "The Joint Nordic Master Programme in Marine Ecosystems and Climate".

MARECLIM masterútbúgvingin
Útbúgvingin var fyrstu ferð boðin út í 2009, og er eitt altjóða lestrartilboð til tey, ið hava eina bachelor útbúgving í lívfrøði ella fysiskari havfrøði við førleika og áhuga at loysa tvørfakligar havfrøðiligar uppgávur.  Holdið, sum næstu vikurnar er í Nóatúni, er annað  holdið, ið eru í holtur við hesa útbúgvingina.  Fyrsti parturin av útbúgvingini er á Geofysisk Institutt á Universitetinum í Bergen. Í vár hava hesi lesandi verið á skeiðum í Århus og í Reykjavík.

Umframt hesi skeiðini, so skulu tey lesandi taka onnur skeið á einum ella fleiri av teimum luttakandi universitetunum. Útbúgvingin endar við, at tey skulu skriva eina ritgerð, sum tey hava eitt heilt ár at arbeiða við. Undir ritgerðaarbeiðinum hava tey lesandi minst tveir leiðbeinarar, sum hava hvør sína høvuðsgrein, t.v.s. ein lívfrøðingur og ein fysiskur havfrøðingur. Um møguligt skulu leiðbeinaranir verða frá tveimum ymsum universitetum. Hetta verður gjørt fyri at tryggja eina tvørfakliga ráðgeving, og fyri at geva teimum lesandi ein áhugaverdan leiklut í einum virknum norðurlendskum netverki innan altjóða gransking.


Tvørfakligt samstarv
Broytingar í veðurlagnum, økt dálking og vaksandi gagnnýtsla av tilfanginum í havinum reisa eina rúgvu av tvørfakligum spurningum. Áleikandi makrelspurningurin í Norðurhøvum er bert ein av teimum. Oljuvinna, sjóvarfalsorka, havvindmylluparkir og broytingar í øðrum fiskastovnum eru aðrir áleikandi spurningar. Fyri at loysa fleiri av hesum spurningunum, er neyðugt við fólkum við hollum kunnleika innan fleiri fakøkir, sum higartil ikki hava verið vanlig at samantvinna í útbúgvingarhøpi. Í MARECLIM-útbúgvingini verður kunnleiki innan havfrøði og havlívfrøði samantvinnaður við høvuðsdenti á okkara havleiðir, sum er útvegaður av fremstu havgranskingstovnunum í økinum.

Altjóða skeið til altjóða lesandi
Á skeiðinum í ár eru 8 luttakarar úr Íslandi, Spaniu, Danmark, Noregi og úr Føroyum. Í heyst er eitt nýtt hold byrja í Bergen, sum koma hendavegin um eitt ár. Luttakaranir á tí holdinum eru úr Canada, Ruslandi, Týsklandi, Danmark og Noregi.

Umframt MARECLIM-lesandi, so fylgja eisini PhD-lesandi úr Føroyum og Íslandi skeiðinum, og onkur tekur  hetta skeiðið sum part av masterútbúgving í havlívfrøði við Universitetið í Keypmannahavn.

Høvuðsábyrgdina av skeiðinum hevur Bogi Hansen, havfrøðingur á Havstovuni og adjungeraður professari á Fróðskaparsetrinum.  Hinir undirvísaranir eru Hjálmar Hátún, Karin Margretha H. Larsen, Petur Steingrund, Høgni H. Debes og Eilif Gaard,  ið øll starvast á Havstovuni og eru adjungeraðir lektarar á Náttúruvísindadeildini, Steingrimur Jónsson, sum starvast á Íslensku Havstovuni og Universitetinum á Akureyri,  Corinna Schrum, professari í havfrøði á Universitetinum í Bergen og Knud Simonsen, lektari, á Fróðskaparsetrinum.