Norðurlendskt masterskeið (1)
28.08.2013
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Norðurlendskt masterskeið

Nú í tvær vikur er Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum karmur um eitt masterskeið um vistfrøðina í Norðuratlantshavi og Norðurhøvum við serligum atliti til ávirkan av veðurlagsbroytingum. Skeiðið endar fríggjadagin 30. august.


Skeiðið er partur av Norðurlendsku MARECLIM-masterútbúgvingini, ið Fróðskaparsetrið bjóðar út saman við unversitetunum í Bergen, Århus og Íslandi. MARECLIM er ein stytting av heitinum "The Joint Nordic Master Programme in Marine Ecosystems and Climate".

MARECLIM útbúgvingin
Útbúgvingin er eitt altjóða lestrartilboð til tey, ið hava eina bachelor útbúgving í lívfrøði ella fysiskari havfrøði við førleika og áhuga at loysa tvørfakligar havfrøðiligar uppgávur.

Tey lesandi taka skeið á einum ella fleiri av teimum luttakandi universitetunum. Útbúgvingin endar við, at tey skulu skriva eina ritgerð, sum tey hava eitt heilt ár at arbeiða við. Undir ritgerðaarbeiðinum hava tey lesandi minst tveir leiðbeinarar, sum hava hvør sína høvuðsgrein, t.v.s. ein lívfrøðingur og ein fysiskur havfrøðingur. Um møguligt skulu leiðbeinaranir verða frá tveimum ymsum universitetum. Hetta verður gjørt fyri at tryggja eina tvørfakliga ráðgeving, og fyri at geva teimum lesandi ein áhugaverdan leiklut í einum virknum norðurlendskum netverki innan altjóða gransking.

Tvørfakligt samstarv

Broytingar í veðurlagnum, økt dálking og vaksandi gagnnýtsla av tilfanginum í havinum reisa nógvar tvørfakligar spurningar. Áleikandi makrelspurningurin í Norðurhøvum er bert ein av teimum. Oljuvinna, sjóvarfalsorka, havvindmylluparkir og broytingar í øðrum fiskastovnum eru aðrir áleikandi spurningar. Fyri at loysa fleiri av hesum spurningunum, er neyðugt við fólkum við hollum kunnleika innan fleiri fakøkir, sum higartil ikki hava verið vanlig at samantvinna í útbúgvingarhøpi. Í MARECLIM-útbúgvingini verður kunnleiki innan havfrøði og havlívfrøði samantvinnaður við høvuðsdenti á okkara havleiðir, sum er útvegaður av fremstu havgranskingstovnunum í økinum.

Altjóða skeið til altjóða lesandi

Á skeiðinum í ár eru 3 luttakarar: Tveir úr USA og ein úr Týsklandi. Umframt tey MARECLIM-lesandi, so fylgja eisini PhD-lesandi úr Føroyum skeiðinum.

Í heyst byrjaði eitt nýtt hold upp á MARECLIM útbúgvingina. Tey koma frá Týsklandi, Írlandi og Bangladesh. Hesir studentarnir koma á Fróðskaparsetrið um eitt ár.