Skriva út

Norðurlendskt skeið í útbúgving til burðardygga menning

Norðurlendska Ráðharraráðið hevur fyri aðru ferð valt at geva fígging til eitt norðurlendskt skeið í útbúgving til burðardygga menning.


Norðurlendska Ráðharraráðið hevur fyri aðru ferð valt at geva fígging til eitt norðurlendskt skeið í  útbúgving til burðardygga menning, á enskum Education for Sustainable Development.

Skeiðið er ætlað teimum, sum ynskja at læra, hvussu tey kunnu skapa størri áhuga fyri burðadyggari menning. Skeiðið gevur luttakarunum nýggjar hættir sum amboð, og arbeitt verður við veruligum verkætlanum.

Norðurlendska Ráðharraráðið fíggjar skeiðið, tó ikki ferðaútreiðslur til skeiðsluttakarar. Skeiðið gevur 15 ECTS. Tilmeldingarfreistin er 20. januar 2016. Neyðugt er við motiveraðari/grundgevandi umsókn.

Les meira á nvl.org/hallbar-utveckling