Norðurlendskt vikuskeið á Námsvísindadeildini fyri læraralesandi
Skriva út

Norðurlendskt vikuskeið á Námsvísindadeildini fyri læraralesandi

32 læraralesandi úr Norðurlondum hava viðgjørt evnið 'Lívsstílur í brennideplinum millum tað lokala og tað globala'


Hesa vikuna skipar Námvísindadeildin fyri skeiði hjá læraralesandi úr Føroyum og øllum Norðurlondum. Á skeiðnum luttaka 24 lesandi og tíggju lærarar úr Norðurlondum, umframt átta lesandi og tveir lærarar av Námsvísindadeildini (NÁD).

Skeiðið er skipað við einum online parti, har lesandi fyrireika seg til endaliga vikuskeiðið, sum verður hildið á og er skipað av NÁD.

Høvuðstemaið fyri skeiðið snýr seg um “lívsstíl í brennideplinum millum tað lokala og tað globala”.  Tey lesandi hava vitjað og havt samrøður við listafólk, tónleikarar og NÁM X-næmingar í Eysturskúlanum í havn, har tey hava savnað dátu, sum tey hava viðgjørt.

Í viðgerðini hava tey bæði hildið seg til høvuðsevnið, og hvussu tey kunnu nýta tilfarið í undirvísingarhøpi.

Skeiðið er fíggjað av Nordplus og luttakandi stovnunum, og er ein partur av virkseminum hjá norðurlendska netverkinum SPICA.

Myndirnar hevur Roar Kråkenes tikið. Bólkamyndin er tikin í Kunoy.