11.09.2017
Til lesandi Lestrarskrivstovan
Skriva út

Norðurlendskur stuðulsmøguleiki

Nú er møguleikin at søkja um studul frá ”Nordisk Stipendium”, um tú er farin undir MA ella pd.d. ritgerð og ætlanin er at arbeiða innan asiatiska økið.


Við ”Nordisk stipendium”  fæst ein bílig ferð til Keypmannahavnar, tvær vikur uppihald og innivist, umframt eitt arbeiðspláss á NIAS (Nordic Institute of Asian Studies ).

Hetta er ein fínur møguleiki, sum gevur umstøður til at hugsavna seg um ritgerð sína, at fáa inspirerandi samrøður við granskarar og at fáa atgongd til tilfari, í mest víðfevnandi lestrarbókasavni í Norðurevropa, við asiatiskum tilfari.

Umsóknarfreistin er 1. oktober 2017

Les nærri um møguleikan HER