Skriva út

Norðurlendskur stuðulsmøguleiki

Nú er møguleikin at søkja um stuðul frá ”Nordisk Stipendium”, um tú er farin undir MA ella ph.d.-ritgerð og ætlanin er at arbeiða innan asiatiska økið.


Við ”Nordisk stipendium”  fæst ein bílig ferð til Keypmannahavnar, tvær vikur uppihald og innivist, umframt eitt arbeiðspláss á NIAS (Nordic Institute of Asian Studies).

Hetta er ein fínur møguleiki, sum gevur umstøður til at hugsavna seg um ritgerðina, at fáa inspirerandi samrøður við granskarar og at fáa atgongd til tilfarið í mest víðfevnandi lestrarbókasavni í Norðurevropa við asiatiskum tilfari.

Umsóknarfreistin er 1. juni 2018

Les nærri um møguleikan HER