NorMER ársfrágreiðingin fyri 2013 komin
14.05.2014
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

NorMER ársfrágreiðingin fyri 2013 komin

Triðja ársfrágreiðingin um NorMER verkætlanina er nú komin. NorMER er ein stór norðurlendsk verkætlan, sum Setrið og Havstovan eru partur av, og sum hevur til endamáls at lýsa, hvørja ávirkan veðurlagsbroytingar í framtíðini fara at hava á vistskipanirnar í øllum høvunum líka frá Vesturgrønlandi til Eystursjógvin.


NorMER, sum er ein stytting fyri ‘Nordic Centre for Research on Marine Ecosystems and Resources under Climate Change’. Talan er um eitt samstarv millum 47 granskarar frá 10 norðurlendskum universitetum og øðrum granskingarstovnum, sum hava sligið seg saman um verkætlanina. Granskingarsamstarvið byrjaði í 2011 og varir í 5 ár. Samanlagt eru játtaðar 32 milliónir norskar krónur til arbeiðið, harav tann føroyski parturin er 2,6 milliónir.

Granskingarverkætlanin fevnir um 16 ph.d.-verkætlanir og 4 Postdoc, umframt ráðstevnur og ymisk undirvísingarvirksemi, sum er knýtt at teimum ymisku verkætlanum.

FØROYSKA PH.D.-VERKÆTLANIN

Endamálið við føroyska partinum av verkætlanini er at kanna, hvussu hitabroytingarnar í sjónum hava ávirkað útbreiðsluna hjá toski undir Føroyum. Hesi seinastu árini er sjógvurin á føroyska landgrunninum vorðin alsamt heitari. Í 1990-árunum hækkaði miðalhitin 1,4 stig; frá 7,4 stigum í 1994 til 8,8 stig í 2004. Eftir hetta lækkaði hitin eitt sindur aftur, og í 2008 var miðalhitin komin niður á  8,4 stig.

Hitin í sjónum hevur týdning fyri, hvar toskurin gýtir. Teir ymisku toskastovnarnir í Norðuratlantshavinum gýta vanliga í sjógvi, ið er millum 0 og 6 stig heitur. Fer hitin upp um 6 stig, hevur hetta eina keðiliga ávirkan á, hvussu gýtingin hilnast, og hvussu væl toskalarvurnar klára seg ta fyrstu tíðina. Hvussu tann hækkandi hitin ávirkar gýtingina hjá føroyska toskinum, vita vit ikki, men vónandi verða vit klókari, tá verkætlanin er liðug.

ÁRSFRÁGREIÐINGIN

Í frágreiðingin kanst tú lesa um gongdina í verkætlanini: Hvat er gjørt higartil, hvørji úrslit granskararnir eru komnir til og hvat ætlanin er at gera tey komandi árini.

Les ársfrágreiðingina ‘NorMER 2013 Annual Report’.

Hetta er triðja ársfrágreiðingin frá NorMER-verkætlanini.

Les eisini hinar ársfrágreiðingarnar:

 - NorMER 2012 Annual Report.

 - NorMER 2011 Annual Report.