NORNA-kongress í Askov
21.06.2012
Føroyamálsdeildin
Skriva út

NORNA-kongress í Askov

Navnagranskarar á Føroyamálsdeildini eru limir í NORNA, sum er felagsskapur fyri norðurlendskar navnagranskarar.



 Limir higartil eru navnagranskarar í Íslandi, Føroyum, Noregi, Danmark, Svøríki og Finnlandi.
Í ár varð 15. kongressin í røðini hildin á kenda háskúlanum í Askov í Danmark í døgunum 6.-9. juni við fyrilestradøgum og fundum.Í sambandi við kongressina varð nýggj nevnd vald í NORNA. Síðan seinastu kongressina, sum varð hildin á Borgarnesi, Íslandi, í august 2007, hevur Anfinnur Johansen verið limur í nevndini og Kristin Magnussen varalimur.

Á NORNA-fundinum 8. juni, 2012, tók Finnland yvir formansskapin. Forkvinna komandi árini er Terhi Ainiala og skrivari er Leila Mattfolk.

Á 15. kongressini varð ein lógarbroyting samtykt. Talið á limalondum varð víðkað, so at Grønland gjørdist sjálvstøðugur limur í NORNA.
Limalondini í NORNA halda smærri ráðstevnur eina til tvær ferðir árliga og 5. hvørt ár verður hildin ein kongress, sum skiftist millum limalondini. 16. kongressin verður hildin í Noregi.

Nýggja nevndin í NORNA er:
Finnland:    Terhi Ainiala og Pamela Gustavsson.  Leila Mattfolk, skrivari.
Svøríki:        Maria Löfdahl og Emilia Aldrin.
Noreg:         Inge Særheim og Gudlaug Nedrelid.
Danmark:   Rikke Steenholt Olesen og Birgit Eggert.
Ísland:         Hallgrímur J. Ámundason og Guðrún Kvaran.
Grønland:    Lisathe M. Kruse og Nuka Møller.
Føroyar:      Anfinnur Johansen og Kristin Magnussen.