Norska stjórnarskipanin 200 ár
24.02.2014
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Norska stjórnarskipanin 200 ár

Í samband við at norska stjórnarskipanin verður 200 ár, heldur Eivind Smith, professari úr Oslo, almennan fyrilestur týsdagin kl. 18:30 í Jónas Broncks gøtu 25, veghæddini.


Í 1814 hendu stórar broytingar í Norðurlondum. Kríggj hevði herjað í mong ár, og tey bæði stóru veldini Svøríki og Danmark-Noregi vóru í hvør sínum parti. Friður kom í lag teirra millum í týska býnum Kiel, har friðarsáttmáli varð orðaður.

Friðurin í Kiel ásetti, at danski kongurin, Fríðrikur VI, læt tí svenska konginum ræðið í Noregi – sambært § 4 tó í parantes “(Grönland, Ferröarne och Island här under likwäl icke inbegripne)”. Harvið skildust vegir okkara og Noregs í stjórnmálum.

Í Noregi var tó stór mótstøða móti broytingini. Systkinabarn kongs, Kristjan Fríðrikur, sum var arvaprinsur og varakongur í Noregi, kunngjørdi fyri norðmonnum, at talan var um óheimilað stig orsakað av valdsnýtslu, hóttanum og snildum. Kristjan Fríðrikur kallaði saman fólkavalt ting at orða nýggja stjórnarskipan, og fór eisini í herstríð móti svium.

Kríggið móti Svøríki gekk ikki so væl, men norðmenn orðaðu í Eidsvoll tann 17. mai 1814 “Constitution for Kongeriget Norge” og valdu Kristjan Fríðrik sum kong. Á heysti 1814 gjørdist tó semja um, at Kristjan Fríðrikur skuldi lata trúnuna frá sær – hann fór aftur til Danmarkar og gjørdist seinni kongur undir navninum Kristjan VIII, har hann ruddaði slóð fyri bæði donsku og íslendsku stjórnarskipanunum, sum tó báðar komu eftir deyða hansara.

Norðmenn broyttu stjórnarskipanina 4. november 1814, so hon viðurkendi, at Noregi var “forenet med Sverige under een Konge,” men annars varðveitti Noreg egna stjórnarskipan, nú nevnda Grundlov, egið ting og egna lóggávu, egnan hægstarætti og rættarskipan, umframt egið embætisverk og egna hermegi, tó at ovasta stjórnin sat hjá kongi í Stokkhólmi, sum eisini umsat uttanríkisvaldið.

Norska grundlógin er elsta framhaldandi stjórnarskipan í heiminum næst at teirri hjá USA. Tó at hon upprunaliga var skrivað í skundi, var hon sera nýmótans og víðsýnt við ásetingum um valdsbýti og valdsavmarkingar, mannarættindi og óheftar stovnar, sum vit í dag taka sum givið, men sum breyt við tátíðarinnar einaveldi. Eisini aðrir stovnar komu í lag um hetta mundið, teirra millum universitet at útbúgva framtíðar embætisverk.

Norska grundlógin staðfesti Noreg sum ríki, tó at tað var í samveldi við Svøríki, og næstu knappu  øldina minkaði svenska valdið í Noregi alsamt, til endans bert uttanríkistænastan var felags. Stríð um hana gjørdi loksins enda á samveldinum í 1905, men tá var Noreg longu heilskapt ríki við øllum stovnum og skipanum, ið eyðkenna slík.

Norðmenn hátíðarhalda tí stjórnarskipan sína í ár, nú 200 ár eru liðin síðani tjóðfundin á Eidsvoll.

Fyrilestrarhaldarin Eivind Smith er altjóða viðurkendur professari á Universitetinum í Oslo, har hann fæst við stjórnarlóg og fyrisitingarlóg. Hann er gestaprofessari í skeiðinum Konstitusjonelt demokrati á Fróðskaparsetrinum, har bók hansara við sama navni er lærubók.

Fyrilesturin verður týskvøldið 25. februar kl. 18.30 í Jónas Broncks gøtu. Undan fyrilestrinum verður stutt gjørt vart við, at Føroysk Lógar Rit er farið til verka aftur, og høvið verður at keypa seinastu útgávuna.