NSCMID ársfund og ráðstevnu í Føroyum
Rannsóknirnar hjá eitt nú Panum og Finsen gera Føroyar til ein upplagdan ráðstevnustað, tá ið klinisk mikrolívfrøði og ígerðarsjúkur eru á skránni, skrivar Shahin Gaïni, ið er forseti fyri ráðstevnuna
NSCMID (Nordic Society of Clinical Microbiology and Infectious Diseases) hevur hesa ferð valt hava ársfundin – sum samstundis er ráðstevna – í Føroyum. Ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum dagarnar 31. august-3. september.
Umframt innihaldið í ráðstevnum, so hava stað og umstøður fingið alt størri týdning, tá ið umræður at draga luttakarar til ráðstevnur.
Sum vera man, so hevur ráðstevnan hjá NSCMID hesa ferð føroyskan forseta, Shahin Gaïni (myndin). Í innbjóðingini ger hann vart við, at lítla samfelagið Føroyar við sínum einans 50.000 íbúgvum er áhugavert, bæði tá ið tað kemur til náttúru, søgu, vinnu og mentan.
Føroyar hava eisini eina serliga søgu, tá ið tað snýr seg um kliniska mikrobiologi og ígerðarsjúkur. Hann vísir í hesum sambandi til rannsóknirnar hjá Panum viðvíkjandi meslingum og til Niels Finsen viðvíkjandi ljósviðgerð ímóti húðtuberklum. Harumframt nevnir hann eisini rannsóknir innan turberklar og havhestasjúku.
– Hetta ger Føroyar til upplagdan ráðstevnustað, sum viðger evnir sum fáa alt størri týdning fyri heilsu í globalum høpi, skrivar Shahin Gaïni.
Ráðstevnan er almenn, og tað loysir seg at tekna luttøku fyri 1. juni. Tú fært allar upplýsingar, m.a. skrá og tekningarskjal, á heimasíðuni hjá ráðstevnuni.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...