NSSK fundur í Føroyum
Daniella Joensen og Jórun Maria L. Dalbø
27.10.2017
Til lesandi Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

NSSK fundur í Føroyum

Í døgunum frá 29. septembur til 4. oktobur høvdu sjúkrarøktarfrøðilesandi á Setrinum vitjan av 8 sjúkrarøktarfrøðilesandi úr hinum Norðurlondum, hetta í samband við árligan fund í NSSK (Nordens Sygepleje Studerende Kontaktforum).


Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar er limur í norðurlendska felagsskapinum SSN (Sygeplejerskernes Samarbejde i Norden) og skift verður millum londini at vera vertur. Vit, sum lesa sjúkrarøktarfrøði í Norðurlondum, hava eitt undirfelag kallað NSSK (Nordens Sygepleje Studerende Kontaktforum), og eina ferð árliga møtast vit lesandi samstundis.

Árligi fundurin var hesa ferð hildin í Føroyum. Í døgunum 29. septembur til 4. oktobur høvdu vit vitjan av 8 sjúkrarøktarfrøðilesandi úr Norðurlondum; 2 úr Norra, 2 úr Danmark, 2 úr Íslandi, 1 úr Svøríki og 1 úr Finnlandi og vit báðar Daniella Joensen og Jórun Maria L. Dalbø umboðaðu sjúkrarøktarfrøðilesandi í Føroyum. Tað landið, sum húsar fundinum, skal eisini gera skránna til fundin við evnum, ið vit halda vera áhugaverd. Millum evnini, sum vóru sett á skránna, vóru møtiskylda, eftirmetingarhættir og fakligur identitetur.

Eisini vóru vit á vitjan á Sjúkrarøktarfrøðideildini í Jónas Broncks gøtu, har lestrarvegleiðari okkara Johild Dulavík vísti okkum runt á deildini. Hon greiddi frá útbúgvingini og hvussu hon er skipað. Millum annað er okkara útbúgving 1/2 ár longri enn flestu av hinum londunum (Bachelor of Science in Nursing) og vit nýta eindir, ístaðin fyri semestur. Hesum vísti norðurlendsku næmingarnir stóran áhuga fyri og kanska serliga læruúrtøkurnar hjá okkum vóru teimum áhugaverdar, tí teirra er ikki eins skipað sum okkara.

Daniella Joensen flokkur 2015 og Jórun Maria L. Dalbø flokkur 2016