Skriva út
Nú ber til at menna sínar kunningarførleikar
Landsbókasavnið skipar nú aftur fyri skeiði um, hvussu tú leitar í leitigrunnum í E-feingi. Skeið verða í mars, apríl og maj, og fyrsta skeiðið verður mikudagin, 20. mars.
Skeiðini hava til endamáls at tryggja, at tey, sum hava brúk fyri tænastunum í E-feingi,lesandi, lærarar og granskarar, ikki steðga á ella kasta frá sær, tí at tey ikki kenna grundleggjandi leitihættirnar. At hava skil fyri leiting og kunningarkeldum og at duga at leita miðvíst er partur av okkara kunningarførleikum.
Á skeiðunum, sum eru fyrrapartar, verður fyrst greitt frá meiri almennum viðurskiftum, sum gera seg galdandi, tá ið tú leitar eftir tilfari í vísindaligum leitigrunnum. Síðan verður farið neyvt ígjøgnum leitimøguleikarnar í ávísum leitigrunni, og at enda sleppa luttakararnir at royna seg sjálvar.
Meiri fæst at vita um skeiðini á: http://www.flb.fo/skeie-um-leiting-eftir-visindatilfari.html
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...