Knud Simonsen, Náttúruvísindadeildin
18.02.2009
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Nú ber til at søkja inn á MARECLIM

The Joint Nordic Master Programme in Marine Ecosystems and Climate (MARECLIM) er ein nýggj tvey ára altjóða útbúgving, sum verður bjóðað av unversitetunum í Bergen, Íslandi, Aarhus og Føroyum í felag. Umsóknarfreistin er 15.04.2009.


MARECLIM er ein stytt útgáva av "The Joint Nordic Master Programme in Marine Ecosystems and Climate", sum er heitið á einum nýggjum altjóða lestrartilboði til tey, ið hava eina Bachelor útbúgving í lívfrøði ella fysiskari havfrøði við førleika og áhuga til at loysa tvørfakligar havfrøðiligar uppgávur. Útbúgvingin byrjar fyri fyrstu ferð í august í ár.

Hví eitt tvørfakligt útbúgvingartilboð
Havið hevur altíð havt, og hevur framvegis, stóran búskaparligan týdning fyri londini kring Norðurhøv. Fiskarí og skipaferðsla eru aldargamlar vinnur, og seinnu árini hava oljuvinnan og ferðamannavinnan givið vaksandi íkast til búskapin í økinum. Ein onnur avbjóðing, sum alt fleiri eru farin í holt við, er at gagnnýta havið sum orkukeldu til virksemi á landi. Her er talan um frálanda vindmyllur, alduorku og sjóvarfalsorku. At gagnnýta hetta ríkidømið hevur við sær eina ábyrgd at umsita hetta tilfeingið burðardygt, og tað gerst bert við grundarlagi í hollari vitan.



Nógv havgransking er farin fram, men sjálvt um tað er prógvað, at tað eru klárir samanhangir millum umhvørvið og lívið í sjónum, so hevur tað innan gransking og undirvísing verið lítið av tvørfakligum virksemi millum fysiska havfrøði og lívfrøði. Broytingar í veðurlagnum, økt dálking og vaksandi gagnnýtsla av tilfanginum í havinum reisa eina rúgvu av tvørfakligum spurningum, sum krevur fólk við tvørfakligum førleikum innan havgransking. MARECLIM-útbúgvingin er ment til at nøgta henda tørvin innan vinnu, gransking og umsiting.


Norðurlendskt samstarv
MARECLIM-útbúgvingin er ment av universitetunum í Bergen, Íslandi, Århus og í Føroyum í felag. Tað fyrsta hálva árið verða tey lesandi í Bergen, men seinni í útbúgvingini eru serlig kravd skeið, sum verða í Íslandi, Århus og í Føroyum. Hini skeiðini kunnu tey lesandi taka við eitt ella fleiri av luttakandi universitetunum. Akkurát hvørji skeiðini verða, velst um bakgrundina hjá teimum lesandi og verða tey vald í samráð við lestrarvegleiðara. Fyri lesandi við lívfrøðiligari bakgrund verður kravt, at tey styrkja sínar førleikar innan fysiska havfrøði, og hinvegin, fyri lesandi við førleikum innan fysikk og støddfrøði verður kravt, at tey styrkja lívfrøðiligu kunnleikar sínar, samstundis sum tey økja um sínar førleikar innan teirra høvuðsgrein.



Tilsamans er eitt heilt ár sett av til at arbeiða við  masteruppgávuni. Byrjað verður longu í aðru lestrarhálvuni. Minst tveir leiðbeinarar, sum hava hvør sína høvuðsgrein, t.v.s. ein lívfrøðingur og ein fysiskur havfrøðingur, verða knýttir at hvørjum studenti. Harumframt skulu leiðbeinaranir koma úr  ynsum londum. Hetta verður gjørt fyri at tryggja eina tvørfakliga ráðgeving, og fyri at geva teimum lesandi ein áhugaverdan leiklut í einum virknum norðurlendskum netverki innan altjóða gransking.


Norðurlandaráðið stuðlaði
Norðurlandaráðið veitti fíggjarligan stuðul til fyrireikingarnar av hesum felags norðurlendska útbúgvingartilboðinum. Upprunaliga bjóðaðu 42 samtøk seg fram at gera nýggj útbúgvingartilboð. Norðurlandaráðið valdi at stuðla 6 av teimum, harímillum felags norðurlendska master útbúgvingin í marinari vistfrøði og klima.


Ótryggu viðurskiftini á Fróðskaparsetrinum
Ótrygga fíggjarstøðan hjá Fróðskaparsetrinum, sum er íkomin orsakað av seinastu fíggjarlóg landsins, órógvar tíanverri eisini hesa útbúgvingina, men vónandi bert í lítlan mun. Nøkur av havfrøðiskeiðunum, sum vanliga eru Setrinum, skuldu eftur ætlan eisini verður partur av hesari útbúgvingini. Eftir lestrarætlanini liggja hesi skeiðini í komandi ár, og vónandi hevur Fróðskaparsetrið fingið støðugari fíggjarkarmar til ta tíð. Leiðbeinarar og undirvísara úr Føroyum starvast á Fiskirannsóknarstovuni og á Náttúruvísindadeildini, og eru teir allir virknir í altjóða havgransking.

Fyrispurningar og umsóknir
Kunning og umsóknarbløð eru tøk umvegis Geofysisk Institutt við Universitetið í Bergen, sum slóð er til niðanfyri. Umsóknarfreistin er 15. apríl, 2009. Í Føroyum ber til at venda sær til Boga Hansen, professara, á Fiskirannsóknarstovuni, ella Knud Simonsen, lektara, á Náttúruvísindadeildini, fyri at fáa meira at vita um MARECLIM-útbúgvingina.