Rannvá Dávadóttir
04.08.2022
Setrið Skriva út
Nú ber til at søkja tøk lestrarpláss
Til og við 15. august 2022 ber til at søkja tøk lestrarpláss til útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya
Enn er møguleiki at søkja inn á bachelor- og masterútbúgvingar umframt hjánám í 2022, tí á fleiri útbúgvingum eru framvegis tøk lestrarpláss.
Umsóknirnar verða viðgjørdar so hvørt, tær verða móttiknar. Tí er at skunda sær, tí tann, ið fyrst søkir, fær boðið lestrarpláss fyrst. Upptøkutreytirnar eru tær somu sum til upptøkuna fyrr í summar. Upptøkutreytirnar til einstøku útbúgvingarnar eru at finna á útbúgvingarsíðunum á heimasíðuni.
Umsóknarbløð og nærri kunning eru at finna her.
Umsóknir og skjøl, sum t.d. avrit av miðnámsprógvi ella øðrum prógvi, skulu sendast til lestur@setur.fo í seinasta lagi mánadagin 15. august 2022 kl. 24.00.
Tøk pláss eru á hesum útbúgvingum:
Bachelor
Master
Hjánám
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...