DT4557.jpg
Bergur D. Hansen
08.03.2019
Føroyamálsdeildin Til lesandi
Skriva út

Nú ber til søkja inn á listaútbúgvingina

Umsóknarfreist er 1. juni

Útbúgvingin í listaligum arbeiði á Fróðskaparsetrinum byrjar 1. september við tveimum leiðum: ritlist og tónlist. Í fyrstu atløgu er útbúgvingin lýst sum ein tvey ára diplomútbúgving, men arbeitt verður við at fáa triðja árið lagt afturat í samstarvi við útbúgvingarstovnar aðrastaðni, so at útbúgvingin fer at geva BA-prógv.

Treyt fyri upptøku er bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsskúlaprógv. Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir á javnsettum kunnleikastigi góðtakast eftir nærri meting.

Umframt hesar treytir er upptøka eisini treytað av, at egið arbeiði verður latið inn, sum staðfestir nøktandi listaligan førleika í annaðhvørt ritlist ella tónlist. Verður søkt um upptøku til ritlist, skulu fimm síður av egnum skrivligum avriki latast inn. Verður søkt um upptøku til tónlist, skulu nótabløð av egnum tónleikaverki og samsvarandi upptøkur á í mesta lagi fimm minuttir latast inn. Umsøkjarar skulu harumframt lata inn eina síðu, sum í stuttum lýsir teirra listaliga profil. Fyri hvørja leið metir ein upptøkunevnd við trimum limum um innkomna tilfarið.

Umsóknarfreist fyri bæði kvotu 1 og kvotu 2 er 1. juni á midnátt.

Ein neyvari lýsing av útbúgvingini sæst á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum og við at trýsta her

Umsóknarblað og leiðbeining fæst her

Myndin vísir yrkingaupplestur í Iran í 17. øld (The Met)