17.03.2009
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Nú er hon her

Vísindaliga bókin hjá Hjalmari Petersen, "Gender Assignment in Modern Faroese" fæst nú til keyps.


Nú kunnu tey, sum eru áhugað, ogna sær bókina hjá Hjalmari um ásetan av kyni í nútímans føroyskum. 

Bókin hjá Hjalmari P. Petersen, doktara, “Gender Assignment in Modern Faroese” kannar, sum tann fyrsta yvirhøvur innan norðurgermansk mál, gjølla, hvussu ásetan av kyni fer fram, og tað er eingin ivi um, at kynstillutan er grundað á heilt fastar reglur.

Hjalmar byrjaði hetta arbeiðið við kynunum í 2003. Í 2004 var hann lærari á Fróðskaparsetri Føroya, har hann um somu tíð savnaði navnorð, so hann kundi byrja at hyggja eftir einum mynstri grundað á ymsar reglur fyri, hvussu kyn verða ásett.

Í novembur 2005 kom Hjalmar til Hamburg at arbeiða innan “Mehrsprachigkeit”, (fleirmálsligheit) og fekk hann her góðar umstøður at arbeiða við síni vísindaligu ritgerð. Hann búði so tætt við SFB (Sonderforschungsbereich), at hann lættliga kundi spáka sær ein túr yvir har við hundinum. Hann kundi arbeiða við síni ritgerð, tá hann hevði hug aftan á vanliga arbeiðstíð. Og her er so úrslitið.

Bókin fæst á vísindaforlagnum Verlag Dr. Kovač www.verlagdrkovac.de
og á bókanethandlinum Amazon www.amazon.com